Søgan endurtekur seg á Argjum. Liðið stendur seg væl, men spælir javnt aðru hvørja ferð, og tapir við einum máli aðru hvørja ferð.
Liðskiparin hjá AB heldur hann næstan endurtekur seg sjálvan í hvørjari samrøðu hann ger á Rás2 nú. Men Rói Danielsen slær fast, at sigrarnir fara at koma tey komandi umførini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Róa Danielsen, aftaná AB hevði tapt 2-3 ímóti B36 úti á Argjum.