Søgan hjá Harley Davidson í stuttum

1903: Hin 21 ára gamli William S. Harley og 20 ára gamli Arthur Davidson byggja fyrstu Harley Davidson Motorsúkkluna. Teir byggja í einum skúri, sum er 3 x 5 metrar til støddar.

1907: Felagið Harley Davidson Motor Company gerst veruleiki tann 17. september. Nú eru 18 fólk í arbeiði.

1910: Harley Davidson merkið verður brúkt fyri fyrstu ferð.

1912: Byggingin av nýggju fabrikkini í seks hæddum byrjar.

1918: Amerikanski herurin gerst størsti kundin hjá Harley Davidson. Herurin keypir helvtina av bygdu motorsúkklunum hetta árið.

1920: Harley Davidson byggir meir motorsúkklur enn nøkur onnur fyritøka. Sama árið slær Leslie "Red" Parkhurst 23 ferðmet við einari Harley Davidson.

1929: 45 kubikktumma V-motorurin verður settur á D modellið. Fyri kennarar verður motorurin kallaður "Flathead".

1931: Allir kappingarneytar hjá Harley Davidson í USA eru burtur uttan Indian. Fram til 1953 eru hesar báðar einastu motorsúkklufyritøkur í landinum.

1937: Eitt nýtt heimsmet verður sett á einari Harley Davidson. Joe Petrali koyrir gott 136 mph.

1941: USA fer inn í Seinna Heimsbardaga, og nærum allar motorsúkklurnar hetta árið verða bygdar til amerikanska herin.

1957: "Sportster" sniðið sær dagsins ljós fyri fyrstu ferð.

1969: Harley Davidson leggur saman við American Machine and Foundry Company (AMF).

1973: Felagið flytur í nýggj høli, sum liggja í York. Høllin er 400.000 kvadratføtur til støddar.

1983: Klubbin Harley Owners Group (H.O.G) verður stovnaður. Klubbin er bert fyri eigarar av Harley Davidson motorsúkklum.

1993: 100.000 motorsúkklur koyra í einari konvoy fyri at hátíðarhalda 90 ára føðingardagin hjá Harley Davidson.

2003: Felagið fyllir 100 ár, og tað verður hátíðarhildið av Harley Davidson eigarum um allan heimin.