Sólarmyrkingin, sum verður í morginárini, sæst ikki í Føroyum. Vit liggja so lagt vesturi, at sólarmyrkingin ikki rakar á okkum, skrivar Astronomibladet.dk. Partvísa sólarmyrkingin, at verður í morginárini fer ikki at síggjast í Føroyum.
Vit liggja beint vestan fyri beltið, har sólarmyrkingin sæst. Sum kortið vísir, liggja vit næstan á markinum at síggja sólarmyrkingina, men tað verður so ikki í hesum umfari at tað eydnast føroyingum at uppliva hetta.
Ongland, Hetland, og meginparturin av Norðanlondum sær myrkingina, sum altso verður í morginárini.