1.partur
----
Óli Jacobsen
-----
Føroyar eru eitt so lítið land, at tað hevur verið neyðugt allar tíðir at hava samband við onnur lond, serliga grannalond. Tí finnast nógvar slóðir eftir føroyingum í hesum londum eins og sjáldsama nógvir útlendingar hava gjørt seg galdandi í Føroyum eisini.
Hetta kann hava verið íblásturin til, at ferðamannastovan 620N í Havn fekk tað hugskot at gera eina líknandi ferð til Skotland. Hetta varð gjørd í samband við ta ferð, sum ferðamannastovan skipaði fyri til oljumessuna í Aberdeen, og har pláss vóru í flogfarinum, sum var leigað til hetta endamál.
Heitt varð á meg um at koma við sum sum frásøgumaður og at vera við til at skipa fyri ferðini. Eg var ivasamur at byrja við, men kom eftir nærri umhugsan til, at í veruleikanum hevur munandi meira samband verið millum Føroyar og Skotland, enn vit hugsa um.
Úrslitið gjørdist ein ferð 2-6. september, har høvuðsendamálið var at lýsa sambandið millum Føroyar og Skotland.
Ferðalagið var tilsamans 35 fólk. Tað vóru fleiri sum vóru áhugað, men tað fekst tá ikki gistingarhús til øll. Tey vóru við vóru sera fittlig fólk, og aldurin var upp til 91 ár. Men hetta darvaði ikki tað allar minsta.
Ferðin byrjaði í Aberdeen, haðani var farið beinleiðis til Edinburgh. Haðani var farið til Glasgow og Dalry, har William G. Sloan var føddur sama dag 175 ár frammanundan. Síðan var farið til Mallaig og Isle of Skye, har føroyingar keyptu sild fyri 40-45 árum síðani.
Haðani var farið til Invernessøkið og aftur til Aberdeen, sum hevur havt sera nógv samband við føroyingar.
Í nøkrum Miðvikum skal verða greitt frá føroysku slóðini á hesi ferðini. Hetta verður ikki nøkur fullfíggjað søga, men tó so mikið, at tað kann geva eina ábending um hetta samband.
Pløyen setti skjøtil á
Sambandið til Skotland gongur langt aftur í tíðina. Her kann bara nevnast ferðin hjá amtmanninum Pløyen í 1839. Hon gekk ikki bara til Hetlands og Orknoyggjar, men eisini til Skotland. Tann stak áhugaverda frágreiðingin frá hesi ferðini kom út í 1840, og í fjør kom hon út á føroyskum. Her sæst, at hetlendingar vóru munandi fremri í fiskiskapi og fiskaviðgerð enn føroyingar.
Seinni í somu øld byrjar føroyska slupptíðin við keypi av hópi av sluppum úr Bretlandi og eisini úr Skotlandi. Hetta legði grundarlagið fyri okkara samfelag í dag.
Skotskur og enskur fiskiskapur undir Føroyum seinnapartin í 19. øld kom eisini at skapa nógv samband millum føroyingar og skotar.
Tað vóru upp til 700 hetlendskir og skotskir fiskimenn undir Føroyum. Men nærum eins týdningarmikið sum fiskiskapur var smugling av rúsdrekka. Rúsdrekka var longu tá nógv skattað í Bretland, meðan eingin tollur var í Føroyum. Hetta gav nógv arbeiði hjá tollarum í Hetlandi og Skotlandi.
Tað kundu vera eini 50-60 skip inni í Havn í senn at keypa brennivín. Fiskimenninir stóðu eisini í krambúðunum og drukku, og mangan endaði dagurin í heitum bardaga, eisini millum teir sjálvar. Men tað hendi eisini, at havnarmenn vóru uppi í dystunum, og tað var ikki sjáldan, at politistarnir máttu skilja sundur og fáa menninar umborð aftur.
Kendi Føroyavinurin John Goodlad, fyrrverandi skrivari hjá hetlendskum fiskimonnum, er við at skriva eina bók um hesa søgu.
Pløyen greiddi frá, at hetlendingar høvdu útróðrarstøðir ymsa staðni í Hetlandi, har tað var stutt út á fiskileiðirnar. Men teir høvdu eisini útróðrarstøð á Strondum, og tá ið teir fóru avstað aftur, fóru fleiri gentur av Strondum aftaná teimum og búsettust í Hetlandi og Skotlandi.
Seinast í 19. øld komu bretsku koltrolarar undir Føroyar at royna. Hesir vóru roknaðir fyri at vera ein hóttan móti toskastovninum og móti útróðrarmonnum.
Petur Alberg lýsir hetta væl í síni dagbók frá 1898 til 1901, har hann eisini ilskast inn á sjóverjuna.
Nógvir føroyskir fiskimenn fóru við bretskum trolarum og lærdu henda fiskiskapin. Teir komu seinni at sigla við føroyskum trolarum og komu at læra føroyingar at fiska við trol. Ein teirra var Jóannes Joensen, Vestmanna Jóannes, sum í 1933 gjørdist fyrsti skipari á Skálaberg hjá Kjølbro og Cristian Holm.
Sambandið til Leith
Fyrsta dagin vitjaðu vit í Leith, sum í dag er havnabýur hjá Edinburgh. Tað hevur verið heilt nógv samband millum Føroyar og Leith. Rutan til og úr Danmark gekk nevniliga um Leith. Helst hevur hetta eisini verið fyri at bunkra.
Í hvussu er í 1873 var rutusamband til Leith. Sambandið hevur verið lagaligt, bert tríggjar dagar, nógv styttri enn til Danmarkar.
Hetta gjørdi sítt til, at føroyskur ungdómur longu tá gjørdi tað, sum framvegis nógv verður tosað um, nevniliga at fara aðra staðni enn til Danmarkar at útbúgva seg.
Í 1889 fór tann 18 ára gamli havnardrongurin Dánjal Jákup Danielsen til Skotlands at læra til maskinmeistara.
Hansara søga kom at gerast meira “skotskt” enn hetta. Tá ið hann kom aftur úr Congo í 1903 búði hann í Glasgow, og tað var í Edinburgh at hann sama ár byrjaði sína søguligu fundarrøð, sum førdi til, at belgiski kongurin Leopold 2. mátti geva Congo frá sær í 1908. Henda søgan er lýst í undanfarnum Miðvikum.
Hann fekk eisini konu í Leith, (Nico)linu, sum hevði føroysk foreldur.
Lina var dóttir Katrinu Henrikku, f. Viderø, av Viðareiði og Jógvan Niclassen av Skálatoftum. Tað er ein áhugaverd søgu um, hvussu tey endaðu í Leith.
Jógvan var føddur 2. januar 1846. Tá ið Katrina var ung, hevði hon fingið eyga á henda unga drong á Skálatoftum. Hetta dámdi als ikki foreldrunum. Hon var bóndadóttir í Miðstovuni, sum var eitt valahús, stórur bóndagarður og nógv jørð. Men hesin drongurin av Skálatoftum átti einki. Tað sá ikki væl út at koma saman hjá teimum báðum.
Katrina tænti í Prestagarðinum á Viðareiði, har Ernst Wesenberg var prestur. Hann doyði í 1871, og nakað eftir fer einkjan av landinum. Katrina er helst farin avstað við einkjuni til Danmarkar.
Nú mundu øll rokna við, at tey vóru atskild med alla. Hann lá við sama lag í Haraldssundi og fiskaði goggur til skotsk skip, sum javnan komu inn at keypa agn.
So einaferð sleppir Jógvan út at fiska við einum av hesum bátunum, og hann fer við honum til Leith. Nú kemur samband aftur millum Katrinu og Jógvan. Katrina fer til Leith, og tey giftast. Tey fingu tvær døtur, Linu og Elspu. Elspa giftist við Zakaris hjá Polla Vilhelm úr Havn. Tað hevur ikki eydnast at fáa uppspurt, um nøkur ætt er eftir tey.
Skálatofta Jógvan starvaðist sum „stevedore“, formaður fyri havnararbeiðsmonnunum í Leith
Hann doyði í 1895. Føroyingatíðindi gav honum tað ummæli, at “hann var ein trúfastur føroyingavinur, sum í mong ár hevur verið búsitandi í Leith. Hann verður saknaður av mongum, sum hann hevur víst blíðskap og verið góður stuðul fyri.”
Einkjan kom heim aftur til Føroya, helst saman við Dollanum og Linu. Her doyði hon í 1907 og varð jarðað á Svínaryggi.
Aðrir føroyingar í Leith hesa tíðina vóru Julianna og Tummas Askham. Tey kendu og komu saman við familjuni hjá Annette Joensen í Leith. Hon giftist við keypmanninum, Hans Joensen, í Havn, sum fekk útbúgving í Leith, og sum komin heim aftur hevði nógv handilssamband við Leith.
Føroyingar og norðmenn plagdu at hittast hjá norska sjómansprestinum. Her komu eisini Katrina og Jógvan Niclassen, verforforeldrini hjá Dollanum.
Askhamfólkini komu heim til Føroya aftur í 1898.
Tá Anette og Dollin við konu síni, Linu, komu higar at búgva, hildu tey øll á at koma saman.
Í røðini Hendur ið Sleptu høvdu vit fyri kortum søguna um Johannes Jeremiassen, Elduvíks Jóannes, sum seinast í 1800-talinum flutti til Leith við øllum húskinum. Bara sonurin, Niels Johannessen, kom aftur til Føroya.
Jóhannes á Trøllanesi
Jóhannes Joensen av Trøllanesi, f. 30. juli 1829, var við til at stovna fyrsta fiskivinnufelag í Norðoyggjum ”Norderø Fiskeri- og Skibsselskab af 1865.” Millum partaeigararnar vóru eisini beiggjar hansara, Elias, Mikkjal og Símun.
Felagið keypti "Caprice" í 1865, men tað gekk ikki serliga væl, og nógvir trupulleikar vóru. Tað endaði við, at Jóhannes yvirtók skipið í 1871. Hann flutti til Skotlands og búði í Leith. Tað seinasta, sum frættist frá Jóhannes var, at hann fekk ein skaða umborð og doyði í 1875. Tað er eingin ivi um, at Jóhannes hevur verið ein merkismaður, men hann var eitt sindur framman fyri sína tíð. Millum annað verður sagt, at hann lærdi børnini á Trøllanesi at lesa langt áðrenn nakað var, sum æt almennur skúli.
Funnu ættina aftur
Her kundi søgan enda, men fyri einum 45 árum síðani var farið at kanna hvat ið var hent ætt hansara Við hjálp frá góðum fólki fingust upplýsingar um hana.
Í 1859 giftist Jóhannes, 32 ára gamal, við 18 ára gomlu Jane McKay. Í 1861 fingu tey sonin John McKay, og nú er Joensen blivið til Johnson. Tey trý vóru eisini í Føroyum eina ferð, tá sonurin John var heilt lítil.
John, yngri, giftist 58 ára gamal í 1919 við 33 ára gomlu Martha Halliday. Tey bæði fingu tvey børn, John og Elfredu, kallað Freda.
Tað kom púra óvart á hesi bæði, tá tey umleið 1970 fingu at vita, at abbi teirra var føroyingur. Tað vistu tey einki um. Tey hildu, at hann var úr Helgolandi. Men hetta førdi til eitt samband við Føroyar, sum helt til teirra deyðadag. Ættin úr Føroyum hitti fleiri ferðir Fredu og mann hennara Gordon, sum hon giftist við í 1964. Tey fingu ikki børn saman.
John doyði fyri nakað nógvum árum síðani. Hann átti tvey børn. Dóttrina Dorothy, sum býr í Australia og sonin Bill, sum býr sunnarlaga í Onglandi.
Vit báðir eru fermenningar. Hann hevur verið í Føroyum, og vit hittust í Onglandi í juli í ár.
Ein framúr kvinna
Tey bæði Freda og Gordon búðu í Edinburgh nærum alla teirra tíð
Gordon hevði verið hermaður undir krígnum. Hann var annars prentari og hevði sera avgjørdar hugsanir um samfelagsviðurskifti.
Prestur segði um Fredu, tá ið hon fór til gravar, at tað var nakað háborðið yvir henni. Hon hevði ein so elskiligan persónleika, var so mild, ímøtikomandi, tolin, fólkalig, umsorgsfull, gávumild, klagaði ongantíð og takksom fyri alt. Góðskan strálaði frá henni. Freda var ein sameining av eginleikunum hjá bæði Marthu og Mariu í Nýggja Testamenti. At vera saman við henni gav einum ein serstakan frið í sálina.
Men Freda hevði eisini avgjørdar støður. Hon kundi ikki torga royking. Eina ferð fekk hon í boði at arbeiða í einum handli, men tá hon kom eftir, at sigarettir vórðu seldar her, vildi hon ikki taka av. Hon fekk sær seinni starv aðrastaðni, har hon slapp undan at selja slíkt eitur.
Freda var eisini nær knýtt at kirkjuni, og her gjørdi hon nógv sjálvboðið arbeiði, sum t.d. at taka sær av fremmandafólki, sum komu til gudstænastu. Hetta gjørdi hon uttan hóvasták. Alt hetta gjørdi, at hon fekk eisini nógvar vinir.
Hon var eisini av góðum bergi brotin.
Úr Edinburgh og Leith til Føroya
Men tað er eisini mótsatt, at fólk úr Leith/Edinburgh eru endað í Føroyum og hava myndað okkara samfelag. Hetta er galdandi fyri Brockie ættina. Tann fyrsti Brockie í Føroyum var Robert P. Brockie (1904-1980). Hann var føddur í Edinburgh og kom ungur til firma Charles Mauritsen í Leith, har hann fekk handilsútbúgving. Henda fyritøkan hevði longu tá nógv samband til Føroya.
Tá ið kreppan kom í 1930 komu nógvar føroyskar fyritøkur í trupulleikar. Tískil noyddist Charles Mauritsen at yvirtaka ognirnar hjá Ludda Kristian í Tinganesi. Í 1932 kom Robert Brockie til Føroya at stýra fyritøkuni, og tað dugdi hann sera væl. Hann bleiv verandi í Føroyum saman við børnunum og konu síni Cis.
Hetta endaði við, at Brockie yvirtók hetta virksemi undir navninum p/f Robert P. Brockie & co.
Undir seinna heimsbardaga hevði fyritøkan tvey skip í sigling millum Føroyar og Skotland, Baranda og Barjama, og kom fyritøkan tá at at hava alstóran týdning fyri vøruflutningin til Føroya. Hesum stóð Bob, sum hann var kallaður, á odda fyri, og tá var ofta arbeitt dag og nátt fyri at fáa hetta avgreitt skjótt undir teimum serligu umstøðum, sum tá vóru. Robert gjørdist bretskur varakonsul.
Fyritøkan er nú farin á aðrar hendur, men framvegis er tann nú økta Brockieættin virkin á ymiskum økjum í okkara samfelagi.
-----
Komandi partur
Í komandi parti verður komið til Dalry nærindis Glasgow. Her var funnið fram til húsið, har William G. Sloan varð føddur júst 175 ár frammanundan.