Fyrsta flogfarið úr Ísrael til Sameindu arabisku emiratini lendi í Sameindu arabisku emiratunum í dag.
Talan er um stórhending í Miðeystri, nú Emiratini og Ísrael miðskeiðis í hesum mánaðinum boðaðu frá, at avgerð varð tikin um at normalisera viðurskiftini landana millum.
Emiratini eru triðja landið í Miðeystri, sum viðurkennir Ísrael sum sjálvstøðugan stat. Hini bæði londini eru Jordan og Egyptaland.
Flogfarið, ið hevur heitið El Al, sum merkir "friðurin" á hebraiskum og arabiskum, fleyg til Emiratini tvørtur um Saudi Arabiskt loftrúm, har ísraelsk flogfør vanliga ikki hava atgongd.
Tað eru amerikanar, ið hava staðið fyri tingingunum millum Emiratini og Ísrael, og umboð fyri USA, teirra millum versonur Trumps, Jared Kushner, var eisini við á ferðini hjá El Al.