Søguligur sigur til Kina

Síðani Kina og Suðurkorea spældu fyrsta fótbóltslandsdystin sínamillum í 1978, hevur tað ongan tíð eydnast kinverjum at vinna hesa uppgerðina. Men tað broyttist í gjárkvøldið. Í fýralandakapping, sum verður spæld í Tokyo, vann Kina nevnliga tryggan 3-0 sigur á Suðurkorea. Suðurkorea er annars eitt av liðunum, sum í summar skal taka lut í HM-endaspælinum í Suðurafrika.