Fótbóltur
Eftir sigurin á útivølli ímóti B71 duttu vágamenn orduliga niður á jørðina, eftir at teir í eina stóra viku hava flogið høgt.
Tað verður roknað við, at EB/Streymur og FS Vágar fara at teljast ímillum mest uppløgdu evini til niðurflyting, og tí var heimatapið hjá FSV ímóti EB/Streymi serliga meint.
Sigurin kendist serliga søtur hjá EB/Streymi, tí hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at teir fingu stig burtur úr einum landskappingardysti á útivølli í bestu deildini. Tá teir fyri sjey árum síðani vóru í 1. deild, vunnu teir tvær ferðir og spældu tríggjar ferðir javnt. Tað gekk alt fyri seg á heimavølli, meðan allir níggju útidystirnir vórðu taptir.
Fyri sjey árum síðani var Bergur Magnussen, sum nú hevur ábyrgdina av EB/Streymi, spælari, men hann var ikki so ofta við, tí hann var ofta plágaður av skaðum. Umframt hann er tað bara ein spælari hjá EB/Streymi, sum var við í 1994, og sum var við í Miðvági sunnudagin. Tað er Knút Vesturtún. Hann hevur fyrr í ár verið verjukendur sentralur miðvallari. Hesa ferð var hann fluttur meiri út í vinstru síðu. Plássið í miðjuni røkti nýggi maðurin hjá teimum í Sundalagnum, Andrzej Pacek, sum í fjør og í fyrraárið spældi við KÍ, og sum í ár ikki hevur megnað at spæla seg til pláss í besta hópinum hjá B36.
Pacek kann í hvussu so er erpa sær av, at hann hevur bara vunnið, tá hann hevur umboðað EB/Streym:
? Eg eri stak væl nøgdur við mínar spælarar. Serliga í 1. hálvleiki vóru teir grammir, og tað var týðuligt, at Pacek er ein góður styrkur at hava fingið hjá okkum. Hann var íðin og nærlagdur, og avrikið hjá honum minti ikki sørt um tey, sum hann plagdi at vísa tað fyrra árið, tá hann var í Klaksvík, heldur Bergur Magnussen, venjari hjá EB/Streymi.
Bergur er vísur í, at sigurin í Vágum hevur stóran týdning á fleiri økjum:
? Umframt kærkomnu stigini, sum sigurin ber við sær, so hevur tað eisini stóran týdning fyri sjálvsálitið hjá spælarunum, at teir vita, at tað ber til at vinna, og tað verður eisini hugaligari hjá okkum, nú tað hevur eydnast at vinna á útivølli, heldur venjarin.
Eyðsýndur munur í fyrra umfarinum
EB/Streymur var frammanfyri 2?0, tá tað var hálvleikt. Í seinna umfarinum eydnaðist tað FS Vágum at minka um munin, og eina løtu birti veruleikin, at munurin bara var eitt mál, vónina hjá vágamonnum, at tað skuldi eydnast at fáa stig, og teir royndu at leggja trýst á gestirnar. At teir styrktu um álopspartin og so at siga ikki spældu við garderingum í verjuni hevði málmøguleikar við sær í báðum endum, og tað var bara gestandi liðið, sum fekk mál.
Eitt gott korter var farið, tá EB/Streymur fekk hol á. Jón Sigurd Gleðisheygg varð feldur í brotsteiginum, og Anghel Sorin, sum aftur hesa ferð taldist ímilum teir mest eyðsýndu hjá EB/Streymi umsetti úr ellivu metrum.
Løtu seinni vóru teir báðir omanfyri nevndu aftur upp á spæl. Hesa ferð var tað Anghel Sorin, sum legði innfyri úr vinstru, og Jón Sigurd Gleðisheygg stútaði í málið.
Tá FS Vágar í 2. hálvleiki minkaði um munin, var tað fyri ein stóran part orsaka av einmans avriki frá Birgiri Joensen, sum sneiddi fleiri av sær, áðrenn hann var komin í góða skotstøðu og sendi framvið Gunnari á Steig.
Anghel Sorin átti 3?1 málið, sum staðfesti EB/Streyma sigurin. Hann varð spældur leysar á miðjuni og fekk møguleika at draga fittan tein, áðrenn hann sendi framvið málverjanum og harvið staðfesti søguliga sigurin hjá EB/Streymi.
FS Vágar-EB/Streymur 1-3 (0-2)
0-1: Anghel Sorin (br.) 16
0-2: Jón Sigurð Gleðisheygg 23
1-2: Birgir Joensen 67
1-3: Anghel Sorin 78
Dómari:
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Tróndur Ravnsfjall, Ruslan Screlea, Vladlen Osipov, Pól Kjartan Thomsen ? Tór?Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Birgir Joensen, Sonni Johansen ? Kim Poulsen, Robert Bernhardson
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson ? Halldórur Joensen, Jákup Martin Joensen, Andrzej Pacek, Knút Vesturtún, Eyðfinn Joensen ? Jón Sigurd Gleðisheygg, Anghel Sorin