Fleyr-SÍ 0-3 (16-25, 13-25, 17-25):
Sunnudagin vóru Sørvingar á vitjan hjá havnamonnum í Fleyr, og haðani fóru teir vestur aftur við trimum settum og tveimum stigum. Sørvingar ætla sær eftir øllum í ár, og tað hava teir góðar grundir til, tí teir hava eitt sera sterkt lið, og hava longu knúgvað harðastu kappingarneytum sínum Mjølni á heimavølli. Livst so spyrst...Vágafólk munnu ivaleyst vóna at tað fer at gangast liðnum væl í ár.
Uppgerðin millum Fleyr og SÍ var ein uppgerð millum topp og botn, og tað sást kanska aftur, tí hóast Fleyr royndu at bróta ígjøgnum, tóktist tað heldur trupult, og so koma feilirnar, tá man er so trýstur. Og tað er hetta sum kostar, tá man spælur móti so sterkum liðum sum SÍ.