Mansflogbóltur
Sørvingar kunnu framvegis gerast føroyameistarar í meistaradeildini, og teir spæla fyri hesum møguleika. Mótstøðuliðið hesaferð er Fleyr, ið einki stig hevur fingið higartil, og tað skal undra almikið, um fyrstu stigini koma ímóti SÍ. Sørvingar eru sterkir, serliga á heimavølli og liðið er sera væl fyri júst nú.
Dysturin millum Mjølnir og Fram hevur ikki tann stóra týdningin, nú Mjølnir ikki kann vinna føroyameistaraskapin. Silvurið kann framvegis náast og tað er nú ikki so galið hóast alt, men dysturin verður óiva merktur at hesum. Hjá Fram hevur ikki ligið so væl fyri í seinastuni, men liðið hevur megnað at hótt Mjølnir í hinum dystunum, og kann ein góðan dag vinna á øllum.