Heilsutrygd ger nú enn eina roynd at seta fleiri kommunulæknar í starv, og lýsir nú eftir ellivu kommunulæknum til seks læknadømir. 33 kommunulæknastørv eru í Føroyum í dag, og er tað sostatt ein triðingur av øllum størvum, ið nú skulu mannast.
Trotið á kommunulæknum er eisini stórt. Sosialurin hevur fleiri ferðir varpað ljós á evnið og í Vikuskiftis-Sosialinum í síðstu viku vísti blaðið á, at tað í løtuni eru 18.558 borgarar, ið ongan fastan kommunulækna hava.
Í Suðurstreymoyar læknadømi eru trý kommunulæknastørv leys at søkja, tvey í Miðlon og eitt í Gundadali. Tilsamans er talan um 4.235 borgarar, ið kunna fáa nýggjan kommunulækna.
Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Eitt í Vági og eitt á Tvøroyri. 1.3000 borgarar eru knýttir at læknaviðtaluni á Tvøroyri og 1.000 borgarar at viðtaluna í Vági.
Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja. 1.900 borgarar hoyra til viðtaluni.
Í Fuglafjarðar læknadømi er eitt starv leyst at søkja. Talan er um kommunulæknaviðtaluna í Gøtu. 1.800 borgarar hoyra til viðtaluna.
Í Skálafjarðar læknadømi eru trý leys størv at søkja. Tvey í Heilsudeplinum í Runavík og eitt fyribils á Strondum. Viðtalan á Strondum verður flutt til Runavíkar, tá koyrandi verður gjøgnum undirsjóvartunnilin. 6.200 borgarar eru í læknadøminum, ið sum nú er einans hevur ein fastsettan kommunulækna.
Í Vága læknadømi er eitt starv leyst at søkja. 1.600 borgarar eru knýttir at viðtaluna.
Umsóknarfreistin at søkja er 1. desember 2017.