Føroya Stiftsstjórn ger nú enn eina roynd at fáa nyggjan prest til Hvalbiar Eingin søkti, tá ið starvið seinast varð lýst leyst. Tað var, eftir at Símun Persson Jacobsen flutti burtur, við tað at hann fekk starv sum sóknarprestur í Sjóar prestagjaldi.
Seinastu mánaðirnar hevur Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, røkt starvið í Suðuroyar norðaru sókn við sæti í Hvalba.
Freistin at søkja starvið er sett til 10.januar.