Allir 48 súkklararnir og tíggju servicefólkini á ársins Team Rynkeby Føroyar-túri rukku trygt til París um vikuskiftið. Tað var tó við einari løgnari kenslu, at súkklararnar súkklaðu uppvísingartúr gjøgnum miðbýin í París leygardagin, meðan fløggini hingu í hálvari stong á øllum stongum, eftir hervuligu hendingina í Nice hósdagin – á sjálvum franska tjóðardegnum.
Myndir av einum lastbili, sum trumlar gjøgnum eina mannamúgvu, runnu fram fyri fleiri, tí tað var ikki heilt óveruligt at ímynda sær, at yvirgangsmaðurin kundi havt valt rúgvuna av norðurlendskum súkklarum í París – 1600 í tali – sum mál.
Men sjálvur túrurin í ár gekk upp á stás. Onkrir tekniskir skaðar vóru á føroyska liðnum, og soleiðis er hvørt ár, eins og onkrir súkklarar duttu, men eingin varð álvarsliga skaddur.
So klokkan gott eitt leygardagin súkklaði liðið – eftir at hava verið á ferð í tíggju dagar - inn ímóti einum av heimsins vakrastu býum.
Áðrenn farið var umborð á Norønnu fríggjamorgunin tíðliga, hevði liðið súkklað hundrað kilometrar í Føroyum - úr Klaksvík og til Havnar umvegis Fuglafjørð, Saltangará og við Margáir.
Úr Danmark og til París var ársins túrur 1325 kilometrar, so samanlagt var teinurin 1425 kilometrar í á átta dagar. Longstu teinarnir ein dag lógu um 220 kilometrar.
Ársins innsavning er nú av. Hvussu nógvir pengar, ið komu inn í ár, er ikki talt upp enn. Í fjør lá talið um eina millión krónur.
Tað ber enn til at søkja um at sleppa við at súkkla til París í 2017. Tilmeldingarfreistin er 18. august 2016. Søk her: http://www.team-rynkeby.fo/team-rynkeby/soek-um-at-sleppa-vid.aspx, verður sagt í tíðindaskrivi.