Argentinsku myndugleikarnir hava nú biðið altjóða løgregluna Interpol leita eftir fyrrverandi forsetanum Carlos Menem.
Tann 73 ára gamli Menem er ákærdur fyri svik, og tá hann ikki møtti á rættarfundinum týsdagin, bleiv avgjørt at biðja Interpol leita eftir honum. Hetta var fjórðu ferð, at Menem ikki møtti í rættinum. Seinastu tíðina hevur hann búð í grannalandinum Kili, men hann skal hava sagt, at hann er sinnaður at møta í rættinum.
Argentinsku myndugleikarnir hava ákært fyrrverandi forsetan fyri at hava lagt pengar undir seg, meðan hann var forseti. Eitt nú hava kanningar víst, at hann eigur næstan fýra milliónir krónur í einum banka í Sveits, og myndugleikarnir í Buenos Aires vilja hava at vita, hvaðani hann hevur fingið pengarnar. Illgruni er um, at fyrrverandi forsetin fekk pengar burtur úr ólógligari vápnasølu til Kroatia og Ekvador.