Sølan av iPhones og urum gevur Apple strúkandi sølu

Bæði yvirskot og umsetningur var hægri enn greinarar høvdu væntað, tá Apple í dag legði fram roknskapin.

Elektronikrisin Apple hevur í dag lagt fram ársfjórðingsroknskapin, sum er langt oman fyri tað, sum verður væntað – bæði tá tað snýr seg um menning í farna ársfjórðingi og til forsøgn fyri komandi hendan ársfjórðingin.

Konsernin hevði í ársfjórðinginum ein umsetning upp á 64 milliardir dollarar í móti væntaðum 63 milliardum.

Nettoyvirskotið endaði á 13,7 milliardir dollarar ímóti 14,1 milliardum dollarum sama tíðarskeið síðsta ár. Og tá varð roknað við einum yvirskoti upp á 12,8 milliardir dollarar.

Tað skrivar Bloomberg News.

Tað er sølan iPhones, snildurum og tænastuinntøkurnar, sum allar kláraðu seg betri enn greinarar høvdu væntað.

Apple hevur í ársfjórðinginum selt fyri 33,4 milliardir dollarar, sum er gott ein milliard meira enn væntað.

Sølan av sokallaðum vearables, sum millum annað fevnir um smartwatch hjá Apple, hækkað við 54 prosentum til 6,5 milliardir dollarar.

Sambært Tim Cook, sum er konsernstjóri, hevur nýggi ársfjórðingsroknskapurin støsta umsetingin, sum felagið nakrantí hevur havt í einum ársfjóðringi.

– Við kundum, ummælarum, sum fegnir vilja hava nýggjast iPhonina, er framløgan av óljóðminkandi AirPodsPro, væntaðu framløguna av Apple TV+ um bara tveir dagar og okkara besta útboð av vørum og tænastum nakrantíð eru vit ógvuliga bjarskygd og spent, sigur hann sambært AFP.

 

/ritzau/