Eg upplivdi, sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi, eitt politiskt ynski um eina meira frísinnaða skipan, tá ið talan er um sølu av rúsdrekka. Kann nevna millum annað skeinking á festivalum, sølu av rúsdrekka umborð á Smyrli og uttandura sølu av rúsdrekka.
Tað er sjálvandi ilt at siga, hvat orsøkin er til hesa øking. WHO er ein felagsskapur, sum granskar nógv innan hetta økið, og teir hava staðfest, at atkomuligheit er ein týðandi faktorur fyri nøgdina av rúsdrekka sum verður drukkin.
WHO staðfestir somuleiðis, at ein greiður samanhangur er millum litur pr. íbúgva og hvussu nógvar samfelagsligar skaðar standast av rúsdrekka.
Rúsdrekka relateraðir trupulleikar kosta danska statinum 6 til 10 mia. árliga.
Í Danmark eru 3000 deyðsfall árliga har rúsdrekka er ein partur av orsøkini – beinleiðis ella óbeinleiðis.
Helvtin av teimum í Danmark, sum misnýtslan rakar, eru undir 30 ár.
Kelda : www.sundhedsstyrelsen.dk
Tað er ilt at meta um, hvussu støðan verður um 10 ár, um henda frísinnaða kósin heldur fram. Persónliga vil eg arbeiða fyri, at hetta ikki hendir, um eg kann gera mína ávirkan galdandi, har hesi viðurskifti verða lóggivin.