Sálarsjúka - ikki fyri sartar sálir

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin
------

Áheitan til Anniku og Karsten: Finnið eina loysn, so Føroyar fáa sítt fyrsta hart tiltrongda Fountain House.

Tað er langt ímillum politisku snapsirnar, tá umræður umstøðurnar hjá fólki við sálarsjúku. Tí, hóast bæði viljin og evnini eru til staðar hjá starsvfólkunum í psykiatriini, kann tann fjórðingurin av fólkinum, sum fær eina sálardiagnosu onkuntíð í lívinum, framvegis enda á tvímansstovu á psykiatrisku deild ella í áralongu bíðirøðini til barnaspykiatriina. Og fá eru útlitini fyri bata. Tí brádliga eru allar ætlanirnar hjá fyrru samgongu um at útbyggja Psykiatriska Depilin skúgvaðar langt inn í framtíðina, til meira menniskjaligar, ja, medmenniskjaligar, samgongur at taka sær av. Men hetta er ikki einasta heilsanin frá tí politiska til fólk við sálarsjúku. Seinastu dagarnar hava vit verið vitni til ein pínligan politiskan "renna-undan-ábyrgd-og-vallyftum" leik.

Alneyðugt tilboð
Nú biður ein hópur av skikkaðum og vælmeinandi fólki um einar tvær milliónir árliga til eitt vóngevandi Fountain House, sum er eitt professionelt dagtilboð við framúr góðum altjóða úrslitum. Hetta tilboð kann, umframt at virka fyribyrgjandi og harvið spara landinum nógvan pening, skapa ein innihaldsríkan og skipaðan gerandisdag fyri eini 50 útsett fólk við sálarsjúku. Fólk, sum í løtuni byrgja seg inni heima við hús, við øllum tí tramansskapi, sum isolatión hevur við sær. Við rætta tilboðnum er vónin, at hesi fólk gerast betri før at megna egið lív.

Pínliga apan
Men apan, ella umsóknin um játtan til tiltakið, liggur og sløðist millum hæddirnar úti á Eirargarði. Karsten blakar hana yvir á Anniku og umvent. Veruleikin er, at nú, tey hava sett sær fyri at spara hundrað og nógvar milliónir á almanna- og heilsuøkinum komandi árini, kennist tað nærmast sum ein provokatión at koma dragandi við nýggjum og tiltrongdum tilboðum. Tí hvar skulu pengarnir koma frá?

Tránaða valfleskið
Tí er vert at minna Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, á tað, sum hann bar fram á politiskum fundi hjá Sinnisbata í sjálvum valstríðnum síðsta heyst. Har var ikki eitt eyga turt, eftir at Karsten Hansen hevði borið fram síni sjónarmið um Fountain House: So fantastiska tiltrongt og gott helt hann hetta vera, at hann heilt vist fór at virka fyri einum slíkum tilboði, um hann slapp framat valdinum.

Vælferð kostar
Alt snýr seg um raðfesting. Tað vita vit. Men tíverri fyri samgonguna, so feyk alt hennara trúðvirðið hin lagnunnar Tollaksmessudag, har hon fann fleiri hundraðtals milliónir til ófíggjaðar skattalættar. Tí eru ráðini til Anniku og Karsten: Farið inn á eina av skrivstovunum harúti á Eirargarði og finnið eina loysn, so hesir allarmest útsettu føroyingarnir fáa ein gerandisdag, sum sømir seg einum framkomnum vælferðarFøroyum!