Um hálvgum tvey tíðina í gjár vóru boð send eftir Brimil, tá manningin umborð á bátinum Sólfarið tørvaði hjálp. Tað var manningin sjálv, ið heitti á hjálp, eftir at teir vóru steðgaðir upp uttanfyri Kirkjubø, og róku skjótt móti landi.
Manningin umborð á Brimli, ið tá var staddur 14 fjórðingar sunnanfyri Kirkjubønes, gjørdi skjótt av og setti ein av arbeiðsbátunum út.
Longu hálvan tíma seinni var báturin hjá Brimli var hjá Sólfarðinum, ið tá lá tætt undir landi við Kirkjubøholm. Fyri ikki at reka á land hevði manningin koyrt varpið út.
Vørn skrivar á síni heimasíðu, at arbeiðsbáturin hjá Brimli sleipaði Sólfarið á Havnina.