Sólin fer at skína á klaksvíkingar

Lotið verður frískt, men tað verður turt og lýtt, tá ið KÍ fer at stríðast fyri at skriva søgu

Klokkan 19 fer bólturin ár ull í Gundadali, har KÍ eigur heimavøll ímóti maltesiska Birkirkara. Fyri einari viku síðani endaði tað 1-1 suðuri á Malta.

Veðrið hevur sæð ljótt út fyrr í dag. Tað hevur mint ikki sørt um, soleiðis sum tað var, tá ið KÍ í 1995 í europeisku steypakappingini vann 3-2 á Svangaskarði ímóti Maccabi Haifa. Tá var nógvur vindur og kalt, og tað vóru fremmandar umstøður at spæla í fyri gestirnar úr Ísrael.

 

Veðurmenninir siga, at veðrið fer at batna næstu tímarnar, hóast veðrið á ongan hátt fer at vera í parti við maltesisku gestirnar, ið eru vanir at spæla í nógvum hita.

Klokkan 19 fer sólin at síggja í høvuðsstaðnum. Tað verður turt, hitin verður tíggju stig, og fríska lotið verður av útsynningivestri.

 

Um tað endar málleyst, ella um KÍ endar omaná, so verður søga skrivað á tann hátt, at tað er ongantíð eydnast KÍ at vinna seg víðari í europeiskari kapping.