Sóljan-Kyndil 19-23 (9-10)

Kyndil fekk stigini við sær

Kyndil vann útidystin móti uppflytarunum úr Sandavági, og við stigunum í viðførniningum heldur havnarliðið framvegis fast um heiðursmerkjavónina

 

Hondbóltur

Jákup Mørk



Ein dystur varð leiktur í bestu kvinnudeildini fríggjakvøldið.

Tað var Kyndil, sum var á vitjan hjá Sóljuni, og heim aftur við sær fingu havnargenturnar tvey kærkomin stig, sum merkja, at tær enn fylgja við í stríðnum um bronsukrónurnar.


Tung byrjan

Tað gekk tó rúm tíið, áðrenn tær hjá Kyndli kundu kenna seg veruliga vísar í at fáa sigurin heim. Allan fyrra hálvleik fylgdust liðini sera væl, men tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist Kydnli at skrykkja seg leyst.

Sóljan royndi at vinna seg inn aftur í dystin, men nærri enn tveimum málum komu tær ongantíð, áðrenn Kyndil aftur gjørdi eitt skarvslop, sum í roynd og veru avgjørdi dystin.

Sóljan royndi enn eina ferð at svara aftur, men nú var ov seint, og hóast tær fingu pyntað eitt sindur um úrslitið, so slapst ikki undan, at Kyndil fór aftur til Havnar við tveimum stigum í viðførinum.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Sóljan: Simona Dziugyte 12(3), Hertha Simonsen 2, Jóhanna í Horni 2, Joan Haraldsen 1, Marjun Jørgensen 1, Sólja Nielsen 1

Kyndil: Ann Hansen 6(1), Jórun Ludvig 4, Signhild Petersen 3(1), Kristbjørg Petersen 3, Christina Holm 3, Anita Kjærbo 2, Jensia Petersen 2

Brotskøst: Sóljan 3, Kyndil 4

Útvísignar: Sóljan 2, Kyndil 4

Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Kristian Martin Skála