Sólskinssøga um svartkalvagørn

Um hálvar og heilar bandittar:

Í Oyggjatíðindi mikudagin er ein grein, har Jan Højgaard, formaður í fiskimannafelagnum, skírir sín mótpart Viberg Sørensen, formann í reiðarafelagnum fyri at vera ”hálvan banditt”. Grundgevingin er, at ”Fiskimannafelagið gjørdi skipini út hjá honum, men at felagið hevði ringt við at fáa pengarnar aftur.”

Nú viðvíkir hetta viðurskifti í míni tíð í FF, og er hetta eitt mál, sum eigur at verða lýst til fulnar.

Samstundis lýsir hetta munin á tí hugburði, sum tá FF stóð og nú stendur fyri.

Forsøgan um hetta mál er henda:

Umleið 1990 vóru tveir spanskir veiðutjóvar tiknir undir Føroyum. Tað vísti seg, at teir høvdu fulla last av havtasku, sum var veidd við gørnum.

Hetta var ein veiðumøguleiki, sum føroyingar ikki høvdu vitað av. Men tað var skjótt, at teir fóru at royna hetta, og ein tann fyrsti var Viberg.

Í 1993 vóru sáttmálasamráðingar millum FF og FR. Hetta var í ringastu krepputíðini, tá ið einki bar til. Viberg var tá nevndarlimur í FR. Hann hevði eina trúgv uppá, at tað eisini kundi bera til at veiða svartkalva við gørnum. Her kravdust onnur gørn enn til havtasku, men eingin banki vildi fíggja eitt slíkt stig.

Tá segði FF, at hesum skuldi ikki standa á, og felagið vildi fíggja keyp av svartkjaftagørnum.

Hetta riggaði sera væl. Tað var væl at fáa, og væl kom burtur úr hjá báðum pørtum. Hetta útvegaði arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi. Hetta var ein sólskinssøga frá hesi krepputíð. Hetta var eisini eitt gott dømi um eitt konstruktivt fakfelag, sum á hendan hátt kundi vera við til at skaffa veiðumøguleikar og harvið arbeiðspláss til gagns fyri fiskimenn og samfelag.

Hetta er ein søga, sum í høvuðsheitum er positiv. Men vegna viðurskifti millum Viberg og og FF, sum eru avgreidd langt áðrenn tíðina hjá Jan í FF, verður hetta mál nú lýst á ein hátt, sum í høvuðsheitum er negativur.

Á heimasíðuni hjá FF stóð einar tveir dagar ein jánkaslig umbering frá Jan Højgaard, har hann váttar, at hann ikki hevur skil á, hvat hann sjálvur sigur.

At hetta eru lótir sæst av tí, at henda umbering als ikki eru komin í blaðnum, har ákæran varð sett fram, og har hon tí hoyrir heima.

Tað er eisini greitt, at her er als ikki talan um nakað mistak. Longu í januar frættist somu tíðindi frá eini skipsmanning, og hon kann bert vera komin eina staðni frá. Okkurt meira uppbyggjandi mátti verið uppgávan hjá einum nýggjum formanni.

Slík mannagongd er í hvussu er nýskapan í fiskimannafelagnum. Tað gongur eisini sjón fyri søgn, hvat ið kann fáast burtuúr hesum hugburði at leggja øll í samfelagnum undir at vera hálvar og heilar bandittar, sum eisini er høvuðsinnihaldið í 4-5 síðurs ársfrágreiðini hjá felagnum fyri seinasta ár.