Sólskyn í Nashville sum botnur undir Jólafløguni

Tað var um ólavsøkumundið í ár, at teir fýra Jákup Zachariassen, Regin Guttesen, Finnur Hansen og Jan Zachariassen leitaðu sær til USA. Á skránni var føroysk jólafløga.

Niclas Johannesen


27. juli í ár, meðan restin av Føroyum meira ella minni hevði fingið ólavsøkuna í blóðið, tjekkaðu fýra føroyskir tónleikarar inn í Vága Floghavn. Leiðin gekk til Íslands. Men tað var USA og tónleikametropolurin Nasville, ið var málið.

Hetta var kanska eitt sindur løgið. Á hásumri, har dagsljós og sól ? og og her á leiðum ólavsøkan ? juli, ja tá høvdu hesir fýra klokkuljóð og glerpípur festar í sinninum. Á skránni var nevniliga tað sum føroyingar í dag kenna sum Jólafløgan.

? Í roynd og veru hava eg og Mikkjal Joensen (bassleikari í Moirae) leingi prátað um, at tað hevði verið stuttligt at gjørt eina jólafløgu. Tað eru longu fleiri ár síðan, vit tosaðu um tað fyrstu ferð. Men tað er bara ongantíð komið longur enn til ætlanir, sigur Jákup Zacharissen.

? Eg og Regin settu okkum í fjør at gera arbeiða við einum tveimum løgum, men tað kom ikki víðari enn til tað, leggur Jákup aftrat.


Tríggir produsarar

Í ár skuldi tað so vera. Jákup nevndi aftur ætlanina fyri Regini og so eisini Finnuri Hansen, ið báðir tveir hava gjørt vart við seg sum produsarar í Føroyum. Og teir vóru báðir við upp á hugskotið. Sostatt hava Regin og Finnur produserað fýra løg í part, meðan Jákup hevur staðið fyri fimm løgum.

? Upprunaliga var ætlanin, at trummur, akkustiskur guitar, saxofon og munnharpa skuldu spælast inn í Nashville, og so skuldi restin spælast inn her í Føroyum. Eg skuldi fara til USA, men so avgjørdu vit, at Regin og Finnur eisini komu við, soleiðis at teir kundu fáa løgini júst so sum teir ynsktu tey. Haraftrat kom Jan Zachariassen, ið spælir bass á øllum løgum (minus einum við synthbassi) eisini við.

Áðrenn farið var, høvdu teir trettan solistarnir á fløguni, ið sum kunnugt hevur fingið heitið Jólafløgan, valt út løgini, ið tey ynsktu at syngja. Úrslitið er ein blandingur av bæði gomlum og nýggjum jólasangum ? summir teirra reint føroyskir, aðrir umsettir til føroyskt.

? Ja, vit høvdu avgjørt, at teksturin skuldi verið føroyskur og at løgini skuldu venda sær til allar føroyingar, tað vil siga, talan skuldi vera um tónleik, ið eldri sum yngri kunnu lurta eftir. ? Tá, eg hoyri fløguna í dag, eri eg eisini glaður fyri, at vit vóru tríggir um at produserað hana. Eg havi staðið fyri teimum kanska meira ?vanligu? løgunum, so sum Gleðilig Jól og Nú tendrast túsund jólaljós, meðan bæði Regin og Finnur hava tikið nýggj løg við. Og eg eri ótrúliga glaður fyri tað arbeiðið, teir hava gjørt á fløguni, sigur Jákup.


Nashville

Tað var í 1989, at Jákup á fyrsta sinni var í Nashville. Hetta kom í lag eftir, at hann saman við øðrum hevði skipað fyri konsert við amerikanska gospelbólkinum Imperials í Føroyum. Her kom hann í samband við managaran hjá bólkinum, og tá Alex Bærentsen nevndi, at hann kundi hugsað sær at gjørt countryfløgu við amerikanskum tónleikarum, spurdi Jákup seg fyri í Nashville og fekk gjøgnum managaran hjá Imperials nøvnini á seks produsarum, ið møguliga vildu gera tónleikin til eina føroyska countryfløgu.

? Allir svaraðu svaraðu positivt og vóru hugaðir. So eg setti meg í samband við managaran hjá Imperials, og hann segði, at Edgar Struble mundið vera tann besti av teimum, eg hevði spurt. Og so valdu vit at samarbeiða við honum, sigur Jákup.

Hetta samstarvið hevur ført við sær, at seks fløgur síðani eru innspældar í Nashville, og hvørja ferð hevur Edgar Struble verið samskiparin. Hann er kendur produsari í Nashville og hevur millum mong kend nøvn produserað eitt nú Kenny Rogers.

Ein fløga við Gunnar Justinusen var tann fyrsta, ið varð innspæld í 1990. Síðani eru seks føroyskar fløgur innspældar í Nashville, har Jákup og Edgar hava hav ein fingur við í spælinum ? eitt nú Alex Bærentsen og so fløgan hjá Regini Guttesen.

Samstundis hevur Jákup knýtt tætt vinarbond við ymisk fólk í hesum tónleikabýi ? serliga Edgar Struble, ið hann ofta er í sambandi við, og sum hann eisini hevur vitjað fleiri ferðir privat.

? Á Jólafløguni arbeiddu vit á tann hátt, at Edgar fekk øll arrangementini av løgunum sendandi til USA, og so skrivaði hann tað út á nótar til tónleikararnar.

? Tónleikararnar valdi eg. Vit kendu trummuspælaran Steve Brewster og saxofonspælaran Mark Douthit frá Writing You a Song fløguni við Regini. Haraftrat fingu vit fatur á Mark Casstevens, ið er ein tann mest brúki akkustiski guitarleikarin í Nashville. Oman á tað fekk Edgar Struble so fatur á munnharpuspælaran Jim Hoke, ið spælir við á fleiri á løgunum.


Hálvan triðja dag

Ferðin til USA tók tíggju dagar hjá teimum fýra. Kortini bleiv allur tónleikurin spældur inn eftir bert tveimum og einum hálvum degi.

? Vit vóru í einum lítlum men vælútgjørdum studio, ið kallast Wildwod Studios. Ein sera dugnaligur teknikkari, Brendan Harkin, eigur studioið, og hann stóð eisini fyri upptøkunum hesar báðar dagarnar, sigur Jákup.

Upptøkurnar gingu væl.

? Vit byrjaðu týsdag klokkan 14.00 Eitt flygil var eisini í studionum, og hetta nýttu bæði Regin og Finnur, og kunnu tað hoyrast á øllum løgunum hjá Regini undantikið Mariu Sonur, og á Mín vaksna jólavón, sum Finnur hevur produserað.

? Tað var ein deilig kensla, tá vit vóru lidnir at spæla inn eftir bert stívliga tveimum døgum. Nú var grundin pluss fleiri onnur ljóðføri klár eftir so stuttari tíð. Tað var sera eggjandi fyri framhaldandi gongdini av innspælingunum. Ofta plagar tað at taka kanska vikuvís at spæla inn grundirnar ? trummur og bass ? til eina fløgu. Men nú var alt klárt eftir stuttu tíðina í Wildwood studios.

Soleiðis hendi tað seg, at tá leiðin gekk heim úr brennandi sólksyninum í Nashville tann 6. august vóru lunnar lagdir undir trettan føroyskar jólasangir. Restin varð innspælt og sungið í JakZac studio, sum Jákup Zachariassen sjálvur eigur. Og í november var klárt at ljóðblanda í Danmark, har Óli Poulsen ljóðblandaði.

3?arin við Gissur Patursson og Høgna Zachariassen á odda hevur givið fløguna út. Við á fløguni eru eisin rúgva av føroyskum sangarum, ið hava gjørt vart við seg gjøgnum tíðirnar.

? Eg prátaði við 3árin beint áðrenn vit fóru til USA, og teir hildu hugskotið vera gott. Og teir hava givið fløguna út, sigur Jákup.

Higartil hevur hon selt um 2000 eintøk, og prógvar hetta tankan hjá Jákupi um, at tørvur var á eini dygdargóðari føroyskari jólafløgu. Hon gongur sum heitt breyð.

Og Jákup ivast ikki.

? Ja, eg rokni avgjørt við, at leiðin gongur aftur til USA komandi ár.

Hvat verður á skránni tá, veit Jákup ikki. Men tað vera neyvan glerpípur og klokkuljóð um ólavsøkutíð. Tí jólafløgur ger tú ikki á hvørjum ári.