Sølustevna við mestsum øllum uttan livandi grind verður á Giljanesi leygardagin og sunnudagin. Tað er Miðvágs Róðrarfelag, sum skipar fyri.
Nógvar fyritøkur, bæði úr Vágum og aðrastaðni úr landinum, verða umboðaðar á teimum 28 básunum, sum vera á stevnuni í ítróttarhøllini á Giljanesi. Umframt verður undirhald fyri børnini í fimleikarhøllini, eins og tað eisini verður ymiskt til undirhalds á pallinum, sum settur verður upp í sjálvari stevnuhøllini, siga fyrireikararnir úr Miðvágs Róðrarfelag.
Stevnan letur upp leygardagin klokkan trý við bamsutombola, fiskibrunni og matsølu. Klokkan halvgum fýra verður hon sett, og klokkan fýra verður mattombola í gongini.
Klokkan fimm verður mótasýning. Ikki av slíkum slag, vit kenna úr Milano og Paris, uttan við móta, sum føroyingar brúktu fyri 20 og 30 árum síðan. Klokkan seks um kvøldið vitja jólamenninir, og klokkan sjey er aftur mótasýning, sum hesaferð verður við luttakandi handlum á stevnuni.
Seinasta einstaka tiltakið, sum stendur á skránni leygardagin, er at Elsebeth og Hans Ravnsfjall fara at syngja klokkan átta, og klokkan níggju letur stevnan aftur.
Sunnudagin verður eisini latið upp klokkan trý, eins og bamsutombola, fiskibrunnur og matsølan eisini lata upp tá.
Klokkan fýra seinnapartin fara sørvágsbørn at syngja á stevnuni, og klokkan fimm verður aftur mótasýning.
Jólamenninir koma, eins og dagin fyri, fram við klokkan seks, og klokkan sjey verða Angela & Hannibal at hitta á stevnuni.
Elsebeth og Hans Ravnsfjall verða aftur at hoyra sunnukvøldið klokkan átta, og tá sølustevnan hjá Miðvágs Róðrarfelag 2003 endar klokkan níggju sunnukvøldið, verður vakrasti básurin valdur, og drigið verður millum atgongumerkini.
Báðar dagarnar verður undirhjald í fimleikarhøllini, har hoppiborg við disko, ljósi og tónleiki verður, eins og eisini eitt fitt esil verður til børnini at ríða á, siga fyrireikararnir úr Miðvágs róðrarfelag.