Sølutorg í Runavík

Í dag hevur verið skipað fyri laksa- og sølutorgi í Runavík við fjølbroyttari skrá, sum hóast G-festival nakrar kilometrar longur norðuri, hevur havt góða vitjan í góðveðrinum Á sølutorginum er nógv spennandi at vitja allan dagin. Eisini ber til at fáa ein ókeypis bita av laksi og góð ráð frá kokkinum í Sjókaféini, umframt at høvi er at keypa ymisk sløg av feskum fiski.

Á torginum er kafé, fiskibrunnur, hoppiborgir, andlitsmáling, plantumarknaður og nógv annað á skránni.

Lokala fótbóltsstjørnan, Jens Martin Knudsen, stóð í mál, tá NSÍ skipaði fyri brotsparkskapping. Seinasta tiltakið á skránni er Kvonn, sum spælir fólkatónleik.

Tað eru Kunningarstovan í Runavík og Runavíkar kommuna, ið hava skipað fyri torginum, sum endar klokkan 16.30.