Herfyri hótti Heilsufrøðiliga Starvsstovan við at steingja sølutorgið í Vágsbotni, um kommunan ikki ansar eftir, at bara góðkendir vøruframleiðarar selja vørur har.
Kommunan hevur sagt korta nei til at taka hetta eftirlit á seg. Kommunan hevur boðað frá, at hon ikki er matvørueftirlit, og haraftrat heldur kommunan starvsstovuna yvirtulka matvørulógina.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er argur inn á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, tí hann heldur kravið vera so rímiligt. Tí hótti hann við at draga Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í rættin, menhann fekk tey góðu ráðini at royna málið fyrst í vinnukærunevndini, tí tað skuldi verið skjótari at fingið eina avgerð tikna.
- Tað kann ikki vera meiningin, at tað alla tíðina skulu setast okkum so nógvar forðingar. Vit vilja hava sølutorgið brúkt til tað, sum torgið varð ætlað til. Men sleppa vit ikki at hava sølutorg har, verða vit noydd til at brúka torgið til okkurt annað, sigur Heðin Mortensen.
Hann væntar, at tá ið loysnin verður funnin, fáa allar Føroyar gleði av henni.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir til matvørulógina, sum sigur, at vørurnar, sum seldar verða, skulu koma frá góðkendum matvøruframleiðarum.
Fiskasøla er mentan
- Tað er ikki rímiligt við hesum kravinum, tí tað er partur av okkara mentan at selja fisk. Føroyingar hava allar dagar kunna selt bæði feskan og ræstan fisk, sigur Heðin Mortensen.
Hann veit væl, at nøkur fólk selja á sølutorginum, sjálvt um tey ikki hava góðkenningina. Hetta heldur Heðin Mortensen ikki gera nakað.
- Vit fara í hvussu er ikki at spæla politi, tí tað er ikki okkara uppgáva, sigur hann.
Starvsfólkini, sum arbeiða á almennu vesunum í Mylnugøtu, hava hildið eyga við torginum og hava syrgt fyri, at torgið er vaskað hvønn dag.
Heðin Mortensen skilir ikki, hví reglurnar fyri sølutorgið í Vágsbotni skulu vera so strangar. Hetta eru ES-reglur, men í ES eru ikki slíkar avmarkingar fyri sølutorg. Hann hevur spurt seg fyri, tá ið hann hevur verið í ES-londum, tá ið hann var formaður í KSF. Honum varð sagt, at har hava tey reglugerðir fyri sølutorgini, og reglurnar eru lagaðar eftir hvørjum landi sær.
- Vit mugu samstundis minnast til, at kravið hjá starvsstovuni niðurger øll foreldur, sum eittt nú baka kakur til børnini at selja til okkurt endamál. Hatta kravið ger, at tey eisini gera nakað ólógligt, sigur Heðin Mortensen, sum vónar, at sølutorgið ikki verður stongt.
Hann fer í hvussu er ikki at steingja tað.