Sólveig er úr Havn, foreldrini vóru: Lisa, f. Jacobsen, úr Havn, og Anker Thomsen, ættaður úr Randers.
Undir krígnum arbeiddi Sólveig á skrivstovuni hjá Landshandlinum í Havn. Eftir kríggið fór hon til Danmarkar á húsarhaldsskúla og tænti seinni hjá kendum donskum rithøvunda. Hon kom heim aftur í 1948 og fekk arbeiði í skóbúðini hjá Jóan Jakku í Havn, har hon var í mong ár.
Í 1950 giftist Sólveig við Sverra Rasmussen, ættaður av Skála, sonur Rakul, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Palla Rasmussen, vanliga nevndur Skála Palli.
Sólveig og Sverri fingu dóttrina Liss. Tey hava havt sína føstu gongd í samkomuni í Ebenezer, og fyri Sólveig var familjan og samkoman hennara eitt og alt.