Sølvi Mortensen 80 ár

Í dag, 23 juli fyllir Sølvi Mortensen av Sandi 80 ár.
Ja, hvar skal man byrja, jú eg byrji við óvitadøgunum, tá vit plagdu at spæla, tá Sølvi, sum ein av teimum størru dreingjunum legði fyri. Stuttligur og minst líka beistaktigur, sum vit aðrir.

14 ára gamal fór eg til skips og sanniliga, so var Sølvi eisini við Mjóvanes, tá var hann vorðin 17 ára gamal, og var sítt triðja ár til skips sum ein ágrýtin unglingi.

Nú gingu nøkur ár og komu vit at búgva saman í Havn, undir útbúgving. Hann gekk uppá longdina og Gustav og eg til setuskipara. Vit vóru fýra sum búðu á einum kamari, Sølvi, Gustav og eg sjálvur av Sandi og Ove Olsen úr Hósvík. Sølvi minnist sjálvur stuttleikan ið har var; men tað minnist eg at annaðhvørt vóru vit í kirkju ella í meinigheitshúsinum, og ofta í báðum støðum sunnudagar.

Vit komu aftur at sigla saman til ísfisk við Oyrasker og varð hetta eisini ein góð tíð.

Nú gingu nøkur ár og vóru vit vorðnir familjumenn, vit tosaðu um at fáa okkurt at henda í bygdini og fóru Sølvi, Gullbrand og eg undir at skaffa pengar til at keypa eitt skip. Hetta bleiv veruleiki og høvdu vit Dagstjørnuna í fleiri ár saman við øðrum sandingum. Sølvi fór tá uppá land, at reka Eldhúshandilin saman við sváginum, og er tað ikki sørt at hann sæst har enn.

Sølvi hevur veri ein góður maður fyri Sandsbygd við sínum trúðarlívið. Trúgvur hevur hann veri ímóti Missiónshúsinum sum hann fyrireikaði at fáa. Øll tey ár, ið hann hevur hildi sunnudagsskúla, tey eru nógv verd fyri okkara bygd og fyri okkara kristnu trúgv.
Børn míni og abbabørn og fleiri við teimum, hava nógv gott at siga um Sølva, og minnir eru øll góð.

Hvussu nógv ár ið tær eru ætlað afturat, er bert ein ið veit, men vit fara at ynskja tær, saman við tínum kæru, nøkur góð ár afturat og higani frá okkum verður ynkst tær so hjartaliga til lukku.
--------------

Sólvit Simonsen
-------

NB Eg var noyddur at bróta meg sjálvan av, tí eg kundi blivi sitandi og skriva.