Góði Andrias, mamma og systkin vilja við hesum minnast aftur á eitt sindur av tíni lívsleið í sambandi við runda føðingardagin.
Tú ert elstur av 6 systkjum. - Vegna viðfødda autismu vart tú sum smádrongur við mammu og babba í Danmark til læknaligar kanningar nakrar ferðir, og sum 7 ára gamal var tú á Taleinstituttet í Hellerup eitt tíðarskeið, tá ið mamma og babba búðu í Keypmannahavn. Í 1960 byrjaði tú í fólkaskúlanum í Tórshavn, men eftir 2 ára skúlagongd var komið eftir, at undirvísingartilboð til tín ikki var nøktandi, og útvegur fyri skúlagongd í Føroyum var ikki til staðar. Tú kom tí at ganga í skúla í Danmark. 11 ára gamal byrjaði tú í kostskúlanum Billesborg í Køge í 1963. Har gekk tú í skúla næstu fimm árini, og tú varð konfirmeraður í Tårnby kirke í 1967. Árið eftir komst tú í starv á verkstaði í Taastrup, har tú arbeiddi í 3 ár og síðani 2 ár á einum verkstaði í Køge. Tú var sostatt 10 ár heimanífrá, men øll árini ferðaðist tú heim at vitja um sumrini og um jólini.
Vit minnast væl, tá ið tú kom heim at ferðast. Umframt at gleðast um at síggja teg aftur, so hevði tú gávur við til okkara og harumframt so nógv nýtt og forkunnugt í viðførinum. Vit minnast allar teir flottu bilarnar, sum vit sluppu at spæla við. Nøkur ár seinni hevði tú plátuspælara og eina rúgvu av plátum við m.ø. Elvis Presley, Cliff Richard og The Beatles. Leikurnar og tónleikurin var ikki hvørs mans ogn tá í tíðini, so vit systkin føldu okkum privilegeraði og vinfólkini vóru inni hjá okkum javnan fyri at síggja, hoyra og uppliva alt hetta nýggja. Uppaftur seinni hevði tú í viðførinum talvborð, sum kom at standa á stovuborðinum alla tíðina, meðan tú vart heima, tí at áhugin fyri talvi var stórur. Tú, babba og beiggjarnir telvaðu hvønn dag, umframt at fleiri dreingir úr grannalagnum vóru inni hjá okkum og telvaðu. Um sumrini vóru vit og vitjaðu ommu í Kollafirði og ommu og abba í Gøtu, og tá dámdi tær serliga væl at standa á seiðabergi og at vera á floti við babba. Vit minnast afturá við gleði, tá ið tú var heima og ferðaðist, men gleðin vendist til trega, tá ið tú skuldi avstaðaftur. Tað var tungt og sárt at siga tær farvæl hvørja ferð, men fyri okkum var tað ein uggi, at tú ikki var einsamallur í Danmark, tí tú vart 2 vikuskifti um mánaðin hjá mostur, Max og Høgna, sum vóru góð við teg.
Í 1973 flutti tú heimaftur. Fyrstu árini var onki tilboð til tín um bústað uttan á Psykiatriska Deplinum. Í 1982 flutti tú á nýggja bústovnin Eirargarð, har tú búði til 1999. Tvey næstu árini búði tú í sambýlinum á Fugloyarvegi, og í 2001 flutti tú í sambýlið í Pætursgøtu, har tú hevur búð síðani. Har hevur tú íbúð og felagshøli saman við trimum búfólkum. Tú ert fallin væl til í Pætursgøtu, og tú roknar hetta sum títt heim.
Tá tú var heimkomin, gekk tú í Skúlanum á Trøðni at læra føroyskt í 2 ár. Síðani arbeiddi tú á bókbindaravirki, í byggifyritøku og á Strandferðsluni í tilsamans 3-4 ár. Í 1982 byrjaði tú at arbeiða á Verkstaðnum Vón, og síðstu á leið 15 árini hevur tú arbeitt við m.a. ruskinnsavnan og urtagarðsarbeiði. Tú hevur nógv frítíðarítriv. Ongin fótbóltsdystur í útvarpinum fer framvið, og tú minnist fótbóltsúrslit nógv ár aftur í tíðina. Talv er eisini eitt av tínum stóru áhugamálum, og tú vart limur í Havnar Telvingarfelag í 30 ár, har tú luttók í kappingum, men síðstu árini eru talvleikirnir fluttir heima við hús. Talvúrslit úti í heimi veitst tú alt um frá lesnaði úr talvbókum og –bløðum. Stovan hjá tær er tapetiserað við bókum. Hundraðtals bøkur av øllum slag og tað gongur neyvan dagur, at tú ikki situr við eini bók. Av tí sama hevur tú stóra vitan um alt møguligt millum himmal og jørð.
Tú gloymir ongantíð føðingardagar í familjuni, tá tú altíð keypur gávu, sum vísir títt umhugsni fyri okkum, stórum sum smáum. Góði Andrias, vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og samstundis takka tær fyri, at tú ert so góður við okkum og øll okkara. Vit gleða okkum til føðingardagin á Hotel Hafnia fríggjakvøldið, har nógv hava teknað seg fyri at gleðast saman við tær.
Mamma og systkin