"Um tú sigur, at okkara argumentir eru for tunn, so koma vit bara eftir tær við papmache fuck you fingrinum".
Soleiðis syngur vælumtókti og argandi punkbólkurin 200 á einum av sínum eyðkendu samgum á fyrru fløguni hjá bólkinum.
Tað sær nú ikki mætari út, at 200 fer at gera álvara av ætlaninum og koma eftir okkum øllum við ræðsluvekjandi fuck you fingrinum á G! Festivalinum um vikuskiftið.
Í einum kjallararúmi í Hoyvík hevur ungi og evnaríki listamaðurin Sámal Blak seinastu tríggjar vikurnar evnað ein tríggjar metrar høgan fuck you fingur til framførsluna hjá tónleikabólkin 200 á G! Festivalinum.
Tá vit støkka inn á gólvi hjá Sámali týsmorgunin um hálvgum ellivu tíðina lýður væl við arbeiðnum. Ungi listarmaðurin er við at leggja seinastu hondina á verkið, og hann væntar, at fingurin verður endaliga liðugur einaferð mikudagin.
-Eg gjørdi fyrst eina beinagrind úr træi, og síðan havi eg nýtt avísir og lím. Arbeiðið hevur tikið góðar tríggjar vikur, og tað hevur verið ótrúligt og øðrvísi at gjørt, greiðir Sámal Blak frá.
200 plaga at venja í somu kjallarhølum, sum papmache fingurin verður gjørdur, men seinastu vikurnar hava Niels Arge Galan, Uni Árting og Mikal Blak verið noyddur at vant í øðrum hølum, tí fingurin rúmar so mikið í rúminum, at tað er ikki bæði pláss fyri manningini og fingrinum í senn.
Stórar ætlanir
Tað er ikki hissini ætlanir, sum manningin 200 hevur við papmache fingrinum til framførsluna á Gøtusandi fríggjakvøldið. Ætlanin er, at tann góði tríggjar metrar høgi fingurin skal vera útgjørdur við jarnrørum, sum fara at físa bæði royk og fýrverk. Ein motorur verður eisini undir fingrinum, sum fer at gera, at fingurin fer at mala runt, meðan 200 punkar á senuni fríggjakvøldið.
Stóri fuck you fingurin verður kortini ikki einsamallur á G! Sámal Blak hevur eisini gjørt 100 smáar fuck you fingrar, sum vera til sølu á G! Festivalinum. Prísurin verður -ikki heilt óvæntað- 200 krónur fyri hvønn.
Fyrireikarnar á G! Festivalinum hava eftir øllum at døma frætt um fingurin, og teir hava tí spurt manningina í 200, um tað eru møguligt sýna stóra fingurin fram á festival økinum leygardagin, og tað hevur manningin játtað.