Sámal Joensen - Mikines og Edvard Munch - ljós og myrkur

Frits Johannesen

Ljósið í myndunum hjá Mikinesi er lívrunnið ljós. Ja, ikki bert tað, men tað er bíbilskt. Sagt verður um ein, sum liggur og dregur - liggur á deyðastrá: So leingi lív er, so leingi er vón. Í tí lítla samfelagnum fylgja vit væl við, tá ið um lív ræður. Vit steðga á, tá ið ein verður borin út, sum hevur staðið okkara hjarta næst, faðir, móðir, systir ella bróðir, sonur ella dóttir, skyldfólk, vinur ella bara eitt bygdarfólk, sum tú hevur livað saman við eitt heilt lív. Svárt er tað, tá ið endin er komin og tann døkka mold tekur likamið til sín og hylir tað undir grønum svørði.
Mikenes sang fyri líki sum 8 ára gamal, og tá á døgum var líkið ikki borið í kirkjuna, men fór heimanífrá beinleiðis í kirkjugarðin. Her hevur henda unga sál staðið og sæð niður í ta døkku mold, har spurningar um lív, deyða og grøv hevur verið ein tráður í list hansara, sum í mongum førum snúði seg um ljós og myrkur. Tvey systkin hansara doyggja av turberklum 1930, bert ein mánaður ímillum. 1933 farast Nólsoyggin og Neptun, og 9 mans úr Mykinesi sjólátast við Neptun, og sama ár doyr pápi hansara Johannes 57 ára gamal og systurin Elisa Marianna doyr undir krígnum í Tórshavn av turberklum. Tað er ein líkleiki millum Sámal Joensen Mikines og Edvard Munch, tá ið nomið verður við miss. Teir kendu báðir til deyða og sakn í lívinum, sum hevur verið við til at ført teir inn á hesa rás í listaligu gongdini. Markið millum lív og deyð - ljós og myrkur.
Ljósið
Jú, sagt verður, har sum lív er, er vón. Í málningum hjá Mikenesi er kanska talan um, at har sum ljós er, er vón. Fáliga ljósið í málningunum, sum eru málaðir millum krígsárini, nerta við ein klassiskan strong í myndlistini, sum boðar frá tí innisæla ljósinum, sum dettur inn um gluggan í einum largostíli, sáttliga, inni-liga, lítiðlátið, men í einari dygdarkvirru, sum vit nema við hjá t. d. Rembrandt. Hetta ljósið kenna vit aftur frá lívinum, t. d., tá ið fólk sótu skýming, meðan stokkar, rokkurin, matgerðin ella bara alt hvønndagsligt tos legði saman hendur, og hvíldin var í kvirruni. Tá datt dagsins fjarandi ljós inn um gluggan í einum sáttligum kvøldarinnsúði og festi seg við hendur og andlit í mótljósi. Hetta minnist meg væl frá mín-um barnaárum frá Ansastovu í Oyndarfirði frá fyrst í fimmti árunum. Abbi, omma, mostrar og onnur sótu í hesi dýrdarkvirru og lótu skýmingina tala. Renni ofta aftur til hesar løtur í myndunum hjá S. J. Mykinesi, hóast tað er dimmari, daprari og døkkari ljós, ið talan er um, men har sum ljós er, er vón fyri lívi. Nú er tað ikki bert tað jarðiska lívi og tess ljós, sum talan er um, men ljósið, sum skínir í myrkrinum. Tað ljósið, sum er handan deyða og grøv, tað æviga ljósi, har alt okkara kristna lív er knýtt at. Tað er hetta, sum nemur hjartað, tá ið hugt verður at t. d. Sakni (1934), Fyri jarðarferðina 1935 og Aftur av Jarðarferð (1937). Tað æviga ljósið, sum skínur í myrkrinum. Tað kemur frá vinstru til høgru. Sama vegin, sum vit skriva. Einki løgið í tí. Sólin rísur í eystri og setur í vestri, tað ger eisini sítt til, at ljósið í summum førum í mynd-um S. J. Mikenes fellur, sum tað ger.
Eg eri ljós heimsins.....
Hóast deyða og grøv er vón fyri stavn. Tað smædna ljósið, sum er í Jarðarferðini hjá Mikenesi, er í havsbrúnni millum myrkt skýrák, hav, bát og fólk, sum knúgvað av sorg koma aftur av jarðarferð. Sorgin er um ennið, andlitið og hevur sett seg í hendurnar á teimum, sum málleys koma aftur frá døkku, dimmu, sorgtungu jarðarferðini, men í hesum milda mótljósi spælir vónin í kroppi, andliti, hondum, havi og lofti. Nú er foldarlívið endað hjá tí, sum hesi fólk hava fylgt til gravar, men lívsvónin er í málninginum bæði fyri teimum, sum eru í bátinum og tí deyða. Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós ( Johs. 8. kap. 12. ørindi). Tað er vónin. Tað er hetta, sum Mikenes stríddist við alt sítt lív: Ljós og myrkur eins og Edvard Munch. Tað sama kunnu vit siga um myndina Sakn og Fyri Jarðarferð.
Deyðin og tunglyndi
Mikenes er borin í heim náttina 23. febr. 1906 og doyr 1979. Edv. Munch er føddur 1863 og doyr 1944. Tað, sum hesir listamenn hava til felags, er sálarstríðið - stríðið millum ljós og myrkur. Báðir hava upplivað sorgina , tá ið systkin og søgdu hesum foldarlívi farvæl. 1930 missir Mikines, sum sagt, tvey av systkjum sínum Jógvan Anton Meinhard, Doru og. pápan 1933 57 ára gamal. Hetta neit fast, eins sum hjá Edv Munch, sum missir mammuna bert fimm ára gamal. Átta ár seinni doyr systir hansara Sofie. Seinni doyr næstelsta systir hansara Laura, og beiggi hansara doyr 1898 seks mánaðir eftir brúdleypið.
Faðir Edvard Munch var ein góður húsfaðir, sum dugdi stak væl at siga frá ævintýrum og søgum, men tá ið kona hansara doyr 1858 bert 33 ára gomul, gjørdist faðirin, Christian Munch, sum var lækni, hugtungur, svartskygdur og søkti troyst í kristindóminum. Tað var stórur aldursmunur millum Christian Munch og konuna. Hann var 20 ár eldri enn hon. Tá ið hann misti konuna, var saknurin so stórur, at tunglyndi tók yvir. Tá ið so børnini fella frá og fara undir steinin, verður sálarligi standurin ikki betri hvørki hjá pápanum ella Edvardi.
Faðir og sonur
Faðir og sonur sótu ikki altíð so væl um sátt. Bíbilskar spurningar vóru teir ósamdir um. Einum sinni høvdu teir skeldast um, hvussu leingi fólk píndust í helviti. Siggið kom í Edvard og hann reyk á dyr spinnandi óður og fór um gøtur og stræti í øðini. Tá ið øðin var farin úr honum, fór hann til hús aftur og angraði sína gerð. Tá ið Edv. Munch gloppaði kamarsdyrnar hjá faðirinum, sær hann pápan liggja á knæ og biðja fyri sál sonar síns. Hann ger fleiri skitsur frá hesari hending, og er eisini ein træskurður (1902) av pápanum, meðan hann biður. Listaverkið ber heitið: Gamal maður í bøn. Svarthvíta prentið er bardagin millum ljósið og myrkrið ikki bert tað, men eisini ræðslan fyri myrkrinum, sum Edv. Munch strýddist við næstan alla ævi sína. Pápan hevur hann eisini málað sitandi, men tað er nakað dapurt og sorgarkent yvir hesum málningum.
Edvard Munch hevur bert rósandi orð um faðir sín, áðrenn mamman doyði. Hann kundi siga frá søgum og søgnum, ævintýrum og spøkilsissøgum sum fáur. Tá ið konan doyði, gjørdist hann "gamal". Edvard kundi ikki tosa við pápan eins og faðir og sonur áttu at gjørt. Vit kunnu eisini siga, at hann sum barn eisini misti pápan. Christian Munch leitaði sær troyst í Guðs orði og gjørdist ein hugtungur kristin, men hann var góður við síni børn. Tann áhaldandi bíbillesnaðurin hjá faðirinum setti seg sum dumba á sinni hjá børnunum: "Verið still, pápi lesur í Bíbliuni," varð javnan sagt heima.
Bíbliulesnaðurin, sjúka og deyði lá sum ein marra yvir barndómsheimið. Hesa marru royndi Edv. Munch at rista av sær við at mála málningar.
Mostirin, Karen Bjølstad, tók húsið upp á seg eftir deyða systur sína. Karin og Edvard vóru sum krókur og lykkja, so góð tey vóru í fyrstuni. Tey stóðu hvørt øðrum nær, serliga meðan systirin Sofie lá á sóttarsong. Hon doyði av teringi - lugnatuberklum. Tá var Edvard bert trettan ára gamal og hon bert fimtan ára gomul. Hetta neit fast, og helt hann lítið um, at pápin ikki kundi bjarga dóttur síni sum lækni. Og ikki gjørdist støðan betri, tá ið tær innarligu bønirnar um lekidóm ikki munaðu.
Gamli Munch fríggjaði til Karina, men hann fekk krakk frá henni. Tá ið tað um Edvard ráddi, helt hon stundum við pápanum. Munch helt tá, at hon var meira enn mostirin og húshjálpin í húsinum. Hetta skuffaði hann ikki so lítið, men hóast tað, var hon tann einasti persónurin í hansara lívi, sum hevði stuðlað honum at gerast listamaður.
Munch málar mostrina
Tá ið Munch var um tjúgu ára aldur, teknaði hann ofta húsfólkið, men mostrina teknaði hann sjáldan, og tá ið hann letur hana vera við á eini tekning, sæst sjaldan andlit hennara. Tjúgu eitt ára gamal málar hann hana sitandi í einum ruggustóli sum eina unga kvinnu, hóast hon er 44 ár. Hon hyggur niður, svartklødd, og liggur nakað undranarvert og duldarfult yvir henni. Hon er í svørtum kjóla, gardin-urnar eru svartar, meðan veggur og gólv glógva í døkkum og ljósum rustreyðum liti. Við oyrað á skuggasíðuni er ein lítil glóð í oyralippuni - ein oyraringur? Inn gjøgnum gluggan flýtur ljósið. Hon er umgyrd av ljósinum, reivað inn í glóðheitan lit, sum er kærleiks og bardagaliturin.
Tær mjúku linjurnar, sum bera brá av bleiktrandi ljósdropum, fevna um mostrina eins og ein eymlig, kínandi kærleikshond. Hann torir ikki at hyggja inn í eygu hennara. Hon var bæði ein kærleikans kelda í listini hjá honum og góður stuðul. Listin er duldarfull, djúp og viðkvom sum hjá einari ungari kvinnu, og ofta er ilt at fáa samband við hetta eygnabráið í hesum bláa dýpi serliga hjá so viðkvæmari sál sum hjá Edv. Munch. Hóast tað er ljósið til steðar í myndini, ja , ein so lítil glóð, sum skyggir í einum oyraringi(?) eins og hjá Vermeer: Gentan við oyraringinum, sum er heimslist. Tað er hendan myndin eisini.
Munch málar systrina Sophie
Tjúgu trý ára gamal málaði Edvard Munch myndina Sjúk genta.( hetta motiv málaði hann fleiri ferðir) Hetta er eitt farvæl til kæru systrina, Sophie, sum doyr, sum sagt, av teringi bert 15 ára gomul. Ja, meira enn tað. Hetta er ein skaldamynd, ein yrking, ein dreymur um deyðan.
Gentan situr í einum stóli og vendir andlitið móti ljósinum. Tað bleika andlitið, sum deyðin hevur sett síni fingramerki á, fer næstan sjónleyst yvir í dagslýsið. Tað er sett við bleikum, reyðum rípum, sum fara um hárið, og ein lítil, reyður blettur bleiktrar tætt við munnvikan. Mostirin situr við sóttarsongina við boygdum høvdi.- Nú er endi á øllum . Nú brast eygað. Tann sjúki er blivin eitt við ljósið!
Myndin er málað í doyvdum, gráum og grønum litum. Strokini veita ein linna í málninginum, og tað er næstan soleiðis, at tú følir strokini meira enn tey síggjast. Myndin er friðsom og frígjørd. Hon er meira enn litir og linjur. Hetta vóru tónar, ein yrking og ein vónarinnar dreymur. - Av jørð er tú komin, og til ljós skalt tú verða.
Munch málar Melankoli
Tann stóra myndin, sum eitur Melankoli er málað sum eitt minni um systrina Lauru. Hann hevði verið og vitjað hana ein sólskinsdag og upplivað hana í vónleysum myrkri. Hon leið av "sløvsind". Hon situr samansokkin í síni myrku verð. Tað gylta dagslýsið streymar inn gjøgnum stórar rútar. Á borðin-um standa tvær blómur á einum eldreyðum dúki. Hvat vil Edvard peika okkum á í hesi mynd? Jú, hann vil siga okkum mótsetningar millum sólarljósið, tær frísku litirnar um hana og náttarmyrkið í henni. Hann kom til hana við blómum. Hon kendi hann ikki. Hon sat har uttan at røra seg og segði einki. Lívið, sum er ljósið og blómurnar, men sjúkan, sum systirin er fongd við, er døkka myrkrið, sum avspeglast í andlitinum.
Edv. Munch um seg sjálvan
Edv. Munch hevði hetta í kjøtin-um borið, at kenna snertin av sálarligum trupulleikum, sum ættin var fongd við, men sjálvur sigur hann: " Sjúka, vitloysi, ørskapur og deyði vóru teir svørtu einglar, sum vaktu við vøggu mína, og sum síðani hava fylgt mær gjøgnum lívið."
Ræðslan fyri sjúku - tuberklum og sinnisjúku og deyðsangist fylgdi Munch stórsta partin av ævi síni. "Hesar veikleikar vil eg hava inni við meg sjálvan. Hetta er ein partur av mær. Eg vil ikki hava sjúkdómin burtur, tí mikil er skuld mín til sjúkdóminí list míni."
Danski listamálarin, Ejnar Nielsen (1872-1956) var lærari hjá Mikenesi á listaháskúlanum í Keypmannahavn. Hann var millum annað symbolskur málari, hugsaði eins og Edv. Munch nógv um tilknýtið, sum menniskjað hevði til sjúku og deyða. Hann hevur eisini málað eina mynd, sum ber heitið: Sjúk genta(1880). Hesin listamaður og lærari hevði ávirkan á listina hjá Mykinesi, og høvdu teir bræva-skiftið sínamillum, sum lýsir støðuna millum næming og lærara. Norski listamaðurin Carl Krogh hevur eisini málað eina sjúka gentu, sum situr í einum stóli. Hetta er systir hansara, sum hann hevur avmyndað, sum eisini doyði heilt ung. C. Krogh misti eisini foreldrini ungur, men var ikki so nógv merktur av hesum hendingunum í list síni. Hans Heyerdahl (1857-1913) málar Doyggjandi barn. Munch sigur: "Um tað sjúka barnið er at siga, at tú livdi við hesum í eini koddatíð."
Fleiri málarar mála sjúkt barn har bakgrundin er ein hvítur koddi. Allir tríggir listamenninir Munch, Krogh og Heyerdahl lata úr hondum hesar myndir, sum eina skygging av deyðans køldu hond, men ljósi livir í myndunum sum tað æviga ljósið. Koddin er glorian og bløðini(rósurnar), sum systir Krogh hevur í teimum foldaðu hondunum, er tekni um tað forgeingiliga, men í miðøldini var hesin boðskapur, at hesin persónur var eitt halgimenni. Eisini svenskarin Erns Joseph-son (1852-1906) og danskarin Michael Anker(1849-1927) hoyra til "koddamálararnar". Edv. Munch kendi seg í síni listaligu gongd tætt knýttan at hesum myndlistamonnum.
Endi
Her er so nógv at tríva í um hesa norðurlendsku listina, sum er ein ótømandi kelda. Eitt stríð, ein hólmgonga millum hold og anda í tjúkkum strokum hjá Munch og einari ílidnari Pieta av Mikinesi. Hann var drivin í sjúku - lungna-bruna, meslingum og fiskahúð, men myndirnar frá tí døkku tíðini er klassisk ljóslist, har flaturnar eru mettaðar av littungum seiggi.
Mikines segði á einum sinni.... eg haldi tað er Karen Blixen, ið hevur sagt: "Lykke er smerter, der holder op"- so satt, so satt, og hóast tað hevði hon ongantíð havt psoriasis."
Eg gloymi aldri orð Mikinesar, har hann í eini sjónvarpssending segði um støðuna hjá sær 1978, meðan hann var innlagdur á eitt eldraheim, hugsi tað var: "Nu har de placeret mig imellem halvtossede mennesker!" Eitt sorgarljóð frá stórsta listamanni føroyinga, sum upp undir endan gekk í myrkri í sínum myndum og leitaði eftir tí fáliga ljósinum, sum skein ígjøgnum gluggan í myndum hansara: har sum ljós er, er vón fyri lívi.

Keldur:
Mikines: Bárður Jákupsson
Ernst Mentze: S. Joensen - Mikines

Mennesket og kunstneren Edvard Munch av Ragnar Stange
Edvard Munch 1863 - 1944: Benedikt Taschen
Rolf Stenersen: Edvard Munch: Nærbilde av et geni
Inger Alver Gløersen: Den Munch jeg møtte