SÍ í mansfinaluni

Hetta gjørdist greitt, tá stóra Mjølnir-kappingin var á flogbóltsskránni um vikuskiftið.

Hjá kvinnunum hevði Dráttur vunnið Fleyr-kappingina fyrr í heyst, og tí kundu tær vinssa sær sæti í finaluni, um tær vunnu sunnudagin.

Roknast kundi við einum spennandi dysti, og tað gjørdist tað so sanniliga eisini. Fleyr vann tey bæði fyrstu tøttu settini, men Dráttur knekkaði als ikki av hesum, og eins tætt vunnu tær tey bæði næstu settini.

Neyðugt varð tí við javnbrótara, og her Við sigrinum vann Fleyr rættin til enn eina finalu móti Drátti, har vinnarin so fær atgongd til steypafinaluna.

 

Hjá monnum stóð finalan millum SÍ og Fleyr. SÍ hevði longu vunnið Fleyr-kappingina í heyst, og tá ÍF umvegis landskappingina hevði bílagt sær fyrsta finaluplássið, kundi ein sigur til Fleyr gera tað neyðugt við enn einum dysti, har steypafinalusturin skuldi finnast.

Men hetta læt SÍ tó ongan iva vera um. Sørvingar vunnu nevnliga trygt 3-0, og soleiðis verða tað teir, sum um góðan mánað skulu spæla steypafinalu móti fuglfirðingum.