NSÍ-málverjin, Símun Rógvi Hansen mátti aftur heinta fýra bóltar úr netinum, tá NSÍ vitjaði KÍ í Klaksvík í dag. Sandoyingurin heldur, at talan er um eitt ótrúliga sterkt og viljasterkt KÍ-lið, sum ger nógv fyri at vinna.
Í skrivandi stund hevur Símun Rógvi Hansen ikki eina uppskrift uppá hvussu NSÍ kann knógva KÍ, men hann staðfestir, at tað uppskriftina mugu teir í NSÍ til at finna rættiliga skjótt.
Um seinnu hálvfinaluni í løgmanssteypinum, har Símun Rógvi Hansen aftur skal standa andlit til andlit við málmaskinuna hjá KÍ staðfestir NSÍ-málverjin, at tað verður torført at heinta inn eina 4-1 leiðslu hjá KÍ, men teir í NSÍ ætla at gera sítt til at venda samlaða úrslitinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Símun Rógva Hansen aftaná 0-4 tapið hjá NSÍ ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.