SÍ myndar steypafinalurnar

SÍ hevur bæði kvinnulið og manslið í stóru steypafinaluni í Havn, 16. februar, so talan gerst um rættan finalufepur í februar

Kvinnuliga Meistaradeildsliðið hjá SÍ møta ÍF í steypafinaluni, og ÍF hevði eisini møguleika at vinna seg í mansfinaluna, men gjørdust ov stuttir.


Í einum sera spennandi dysti tóku Mjølnir fyrsta settið, men ÍF komu væl aftur og vinnu bæði næsta og triðja sett, so støðan gjørdist 2-1 til ÍF.


Í bæði fjórða og fimta setti koma so Mjølnir væl frá byrjan, men ÍF gevur ikki upp. Teimum eydnast at fáa spenning í aftur bæði settini, men verða ov stuttir í báðum. Mjølnir vinnur tískil dystin 3-2 og tá teir eisini vunnu Fleyrkappingina er teir tessvegna í eina sessinum í stóru steypafinaluni, ið teir vunnu í fjør.


Hjá kvinnunum, tóku SÍ oddasessin í bólki A, við at vinna á TB og Mjølnir. Nummar tvey gjørdust Mjølnir, tá tær vunnu á TB.

Í bólki B vunnu Dráttur á KÍF og Fleyr, har KÍF gjørdist nummar tvey.

Í semifinaludystinum móti KÍF vóru sørvágskvinnur sannførandi omaná. Og vunnu 2-0. Dysturin millum Drátt og Mjølnir varð nógv meiri spennandi og kundi farið báðar vegir. Dráttur vann tó endaliga 2-0, bæði settini við minst møguligum muni.


Aftur ein dystur móti Dráttur. Fyri fjórðu ferð hettar kappingarárið. Heima- og útidystirnar vunnu SÍ báðar, og í Fleyrkappingini stóð slagið eisini millum bæði vágaliðini. Tá var heldur ongin slingur í valsinum.


Finalan í Klaksvík varð ikki so sannførandi leikt, men bæði tey fyrstu settini vístu, at SÍ hevur tað betra liðið. SÍ løgdu væl fyri og komu á odda 2-0 í settum. Men leikt varð best av fimm so enn eitt sett skuldi vinnast. Dráttur tóku seg um reiggj, vunnu seg væl framum og smátt um smátt kom órógv í rekkjurnar hjá sørvingum. Lættkenda spælið varð lagt á hyllina og stríðst var mannliga um hvønn einstakan bólt. SÍ nærkast Drátti tá settið leið heilt væl, men so dragnaði aftur og Dráttur vann triðja settið.


Fjórða settið líktist tí triðja, við Drátti omaná, men við SÍ beint í hølunum. Hóast spælið var krampakent , vunnu SÍ fjórða sett og dystin 3-1. Fleyrkappingin varð eisini vunnin av hesum ungu og evnaríku SÍ-kvinnunum, og harvið eisini finalupláss í steypafinaluni, ið verður spæld 16. februar.