Súni er á beinkinum

Stórskjúttin seinastu vikurnar er ikki millum teir fyrstu ellivu á KÍ liðnum

Ein av stóru spurningunum, sum hevur fingið nógva umrøðu upp undir finaludagin er, hvussu KÍ liðið fer at vera mannað ella við øðrum orðum, um Súni Olsen verður millum teir fyrstu ellivu. Nú er svarið komið. Súni Olsen er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er ein av sjey KÍ spælarum á beinkinum.

 

Tað hevur eisini verið tosað um, hvussu Víkina liðið fer at verða mannað, nú Hans Jørgen Djurhuus og Finnur Justinussen ikki eru tøkir. Svarið er, at Heðin Hansen verður á Víkinga miðvøllinum, og at Gert Hansen verður vongverji í høgru.

 

KÍ-Víkingur kl. 18.00

Finala um løgmanssteypið

Dómari: Alex Troleis

KÍ: Kristian Joensen –  Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Alli – Ísak Simonsen, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Hjalgrím Elttør – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

Á beinkinum: Meinhardt Joensen, David Langgaard, Súni Olsen, Tórur Justesen, Niels Pauli Danielsen, Ólavur Nicalsen, Heðin Klakstein

Venjari: Mikkjal Thomassen

Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel, Heðin Hansen – Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen – Andreas Lava Olsen

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Sámal Jákup Joensen, Jón Krosslá Poulsen, Magnus Jarnskor, Jákup Vatnhamar Olsen, Hjalti Strømsten og Gunnar Vatnhamar

Venjari: Sámal Erik Hentze