Súni Fríði ongan veg

Í hósdagsútgávu okkara nevndu vit, at tað vóru ábendingar um, at Súni Fríði Barðá møguliga fór til KÍ at leika.
Norðlýsið skrivaði tó fríggjadagin á heimasíðuni, at samráðingarnar millum KÍ og Súna Fríða endaðu úrslitaleysar, og at ætlaða skiftið tí verður av ongum.
Frá álítandi keldm sigur Norðlýsið seg vita, at partarnir tosaðu ítøkuliga um ein sáttmála, men at leikarin vrakaði hendan.