Flótandi tónar nú við Kristinu Bærendsen og Lenu Andersen

Fyriskipararnir av Flótandi tónum hava nú kunngjørt fleiri nøvn, sum spæla 3. juli umborð á Westward Ho á Sørvágsfirði. Tey eru Kristina Bærendsen og Lena Andersen.  

Fyrstu konsertirnar við Marius og Vágaverki við Jóan Jakku og Sámal Ravnsfjall 2. juli eru longu útseldar, og eru bert nakrar heilt fáar eftir til Marius kl. 13.00. Tískil hava fyriskipararnir sett tvær konsertir afturat á skrá. Tær vera mikudagin 3. juli. Fyrra konsertin verður við Kristinu Bærendsen kl. 16.00, og Lena og Niklas framføra kl. 19.00. 

 

“Vit lova nakrar heilt serstakar konsertir umborð á 140 ára gomlu sluppini Westward Ho, sum er ein uppliving í sjálvum sær, meðan siglt verður í sera náttúruvøkrum umhvørvi har gandakendi Tindhólmur og Drangarnir spenna seg út,” siga fyriskipararnir av tiltakinum Flótandi tónar. 

 

Afturat tí verður staðkendur vertur umborð. “Verturin kann eitt nú svara spurningum um Tindhólm, Drangarnar, Múlafoss, Bø ella annað, sum sæst á túrinum, og hann kennir eisini nógvar stuttligar søgur”, greiða fyriskipararnir frá, “so fólk kunnu bæði hoyra góðan tónleik og fáa vitan um økið, eru tey áhugaði í tí.” 

 

Fólk nýtast ikki at vera svong umborð, tí borðreitt verður við leskiligari fiskasúpan við onkrum søtum omaná, sum er matgjørt av lokalum kreftum.

 

Túrarnir vara í mesta lagi 2 tímar, og siglt verður einans í Sørvágsfirði, “Sørvágsfjørður er sera veðurgóður, og tí eru túrarnir hóskandi til tey, sum ikki eru so stinn á sjónum.”, siga fyriskiparnarnir, og leggja afturat, at Flótandi tónar er ein serstøk uppliving har allir sansirnir verða stimbraðir. 

 

Til ber at lesa meira um konsertirnar og at keypa atgongumerki á seatravel.fo