In.fo skrivaði fyrr í dag, at Jørn Astrup Hansen er stevndur fyri ærumeiðing av Taks. Gamli bankastjórin váttaði fyri in.fo, at hann hevur fingið skriv um stevning frá Eik banka.
Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik, vil einki siga um stevningina, men hann váttar fyri Miðlahúsinum, at bankin hevur stevnt Astrup fyri ærumeiðing.
– Eg kann vátta, at vit hava stevnt Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing. Vit hava ikki viðmerkingar til eitt ígongdverandi rættarmál, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik.
Niðurstøðan í skattamálinum hjá Eik er ávegis, tí í farnu viku sendi Taks ætlanarskriv til Eik banka við niðurstøðuni. Hvør niðurstøðan er, vita føroyingar ikki enn, tí hvørki Eik ella Taks vilja kunna um niðurstøðuna.
Men tað er sera óvanligt, at Taks sendir ætlanarskriv um niðurstøðuna til eina fyritøku, um so er, at Taks gevur fyritøkuni viðhald. Tí kann væntast, at niðurstøðan, sum Taks upprunaliga kom til á sumri í 2015 verður kolldømd á onkran hátt. Spurningurin er tó, um Eik fær skattafrádráttin á 90 milliónir, og spurningurin er eisini, um alt er farið rætt fram í samskiftinum millum Eik og Taks.
Tá ið málið um ærumeiðing móti Jørn Astrup Hansen endar í rættinum í Danmark, áliggur tað Astrup at prógva teir pástandir, sum hann hevur ført fram millum annað í tíðargrein í Sosialinum í apríl.