Svimjing
Seinasta vikuskiftið skrivaði Søren Olsen undir sáttmála, og hann verður harvið høvuðsvenjari hjá svimjifelagnum Ægir. Formaðurin hjá Ægir, Dann Mikkelsen, er stak væl nøgdir við at fáa Søren Olsen aftur til Klaksvíkar at standa fyri allari venjingini hjá Ægir.
Søren hevur verið venjari fyri svimjifelagið Skeggjar í fleiri ár, og hevur hann fingið góð úrslit har. Søren er gamal Ægir svimjari, so alt talar fyri at tað verður eitt gott samstarv, tí sum gamal kenningur, kennur hann umstøðurnar væl, og tað hevur nógv at siga.
Teir yngru svimjararnir byrja at svimja í komandi viku. Eisini her eru royndir venjarar og svimjingin hjá teimum er mánadag og mikudag. Motiónsliðið byrjar at svimja 5. September.