Dagfinn Olsen
Kendi danski sjónvarpsmaðurin Søren Ryge Petersen kemur 4. januar 1999 til Føroya. Tað verður Tróndur Patursson, listamaður í Kirkjubø, ið fær vitjan av Søren Ryge.
Søren Ryge ætlar at fylgja Tróndi nakrar dagar og burturúr spyrjast so væntandi nakrar sjónvarpssendingar. Søren Ryge hevur við vilja lagt ferðina til Føroya á vetrardegi, tí hann heldur tað ikki vera rætt bert at vísa norðurlendsku náttúruna á sumri. Søren Ryge metir, at ein fær minst líka góðar og vakrar myndir í øðrum veðri, enn júst summarveðri. Hann sigur seg einki hava ímóti vindi og regni hesar dagarnar, hann er í Føroyum, men sjálvandi vónar hann floglíkindi.
Søren Ryge hevur fleiri ferðir fingið áheitanir frá fólki um at vitja listamannin í Kirkjubø. Men Søren Ryge hevði ongantíð hitt kenda listamannin, men á eini framsýning í Danmark, har Tróndur luttók, hittust teir. Tróndur Patursson er spennandi persónur og eisini kendur í Danmark, so at enda gjørdi Søren Ryge av at spyrja Trónd, um loyvi at vitja nakrar dagar. Hetta var eingin trupulleiki, so 4. januar kemur Søren Ryge Petersen at vitja. Júst hvat ætlanin er at gera hesar dagarnar veit Søren Ryge ikki, tað stendur eisini til Trónd at avgera.
Sørn Ryge er kanska mest kendur fyri sendingarnar úr urtagarði sínum, sum ofta eru sendar beinleiðis. Men eisini eru sendingar hansara, har hann vitjar fólk ymsastaðir í norðurlondum, sera væl umtóktar. Søren Ryge sigur seg ikki leggja sendingarnar tilrættis soleiðis, at alt er avgjørt frammanundan. Heldur roynir hann at finna áhugaverd fólk og síðani at fylgja teimum og at koma so nær teimum, sum til ber. Tískil veit hann ikki, hvat verður á skránni, tá vitjað verður í Kirkjubø, tað stendur eisini til Trónd at leggja skránna.
Men spennandi verður at vita, hvat spyrst burturúr, tá kendi danski sjónvarpsmaðurin vitjar líka kenda listamannin í Kirkjubø.