Sørvágur fingið nýggjan átaksbil

Í gjár var nýggi átaksbilurin hjá Sørvágs sløkkiliði vístur fram

Á fíggjarætlanini fyri 2019 setti bygdaráðið 300.000 krónur av til keyp av nýggjum bili til átaksleiðaran í Sørvágs sløkkiliði.

Leiðarin var í gjár á kommunuskrivstovuni í Sørvági og vísti bilin fram.

Á myndunum síggjast bilarnir, sum hoyra til Sørvágs sløkkilið.

Bilarnir eru frá 1985, 2006 og 2019.

##med2##