Súsanna Herálvsdóttir hevur um dagarnar kunngjørt eitt sjónbandalag, sum tú kanst síggja á leinkjuni niðan í hesi grein. Súsanna er føroyingur, men er uppvaksin í Danmark. Hennara alskur fyri Føroyum hoyrist aftur í løgunum, sum kunnu upplivast á soundcloud-síðu hennara: soundcloud.com/susannaheralvsdottir
Súsanna skrivar bæði orð og løg sjálv, og er talan um sorgblíðar, intensar og til tíðir rokkuttar tónar. Tá hon framførir hevur hon sjáldan meiri enn ein gittari við sær á pallinum.
Súsanna býr í Keypmannahavn, har hon eisini framførir við javnan. Næsta konsert hennara í danska høvuðsstaðnum verður í Trinitatis Natkirke tann 14. mai klokkan 20.00 danska tíð.
Sí sjónbandalagið Touch The Ground, sum Lisa Svelmøe hevur gjørt fyri Súsannu, niðanfyri.
Mynd: Skermprent úr sjónbandalagnum Touch The Ground