Súsanna og Evald vóru fremst

Mikukvøldið skipaði Føroya Triathlon Felag fyri fyrstu veruligu kappingi í ár, tá kappast varð í 1/8 triathlon

Sprinttriathlon

Kappingin var í Havn, og kappast var soleiðis, at luttakaranrir skuldu svimja 750 metrar, súkkla 20 km og at enda renna 5 km.
Fyrst varð svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðug at svimja, skuldu íðkararnir skunda sær út á súkkluna, og súkkla frá Svimjihøllini eftir Norðara Ringvegi, fram við Strond til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins. Her var skift til renning, og runnið var frá Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Teinurin var runnin 6 ferðir.

Tvey nýggj
Seks íðkarar vóru við hesaferð, tríggjir menn og tríggjar kvinnur. Tvey av hesum Hildur Enni og Rói Eysturdal vóru við fyri fyrstu ferð. Bæði venja rógving, eins og hinar báðar kvinnurnar, og var tað ein styrkiroynd at fara undir 1/8 triathlon, tí venjingin er ikki akkurát til triathlon.
Á svimjiteininum, sum var 750m, vóru tað Rói Eysturdal, Súsanna Skylv og Katrin Sørensen, ið so at siga fylgdust á mál. Rói hevði tó ikki sæð reyðu plátuna, sum sigur svimjaranum, at nú eru 50 m eftir, og svam hann tí 50 m ov langt áðrenn hann bleiv steðgaður, hann brúkti 12.min 09 sek. um svimjingina.
Hini trý, Beinir Rasmussen, Hildur Enni og Evald Rasmussen komu á mál uml. ein minutt aftaná.
Súsanna og Katrin vóru eisini fyrstar út á súkkluna, men skjótt var, at Evald og Beinir fingu tær aftur. Hildur og Rói fingu eisini fatur á Katrini, sum hendan dagin hevði valt at fullføra og ikki meira. Men var Rói so óheppin, at ketan setti seg fasta, og var hann noyddur at fara á málið við súkkluni og byrja renningina.
Evald var fyrstur av hinum út á renniteinin, og kom hann fyrstur á mál, hóast Súsanna rann skjótari, men var munurin frá súkklingini ov stórur til at hon kundi renna missin inn aftur. Beinir, sum kom væl frá súkklingini, steðgaði nærum upp í renningini, og slapp Hildur fram um hann á seinasta teininum. Rói rann væl, og brúkti 28 min 32 sek. um teinin, men av tí at hann ikki fullførdi súkkluteinin, fekk hann onga samlaða tíð

Herdar treytir
Hesi og fleiri hava víst áhuga í at verða við, tá triathlon aftur verður á skránni til Oyggjaleikirnar á Rhodos í 2007. Nakrar gentur eru í Danmark, og sambært Joan Bláfoss, ið bleiv yvirkoyrd beint sum hon hevði kvalifiserað seg til seinastu Oyggjaleikir, so venja tær, eins og hon sjálv, við donskum feløgum.
Hetta er eisini neyðugt, nú krøvini eru nógv herd, og skulu íðkarar, sum ætla sær til Oyggjaleikir verða limir í triathlonfelag minst eitt ár undan úttøkukappingini. Eisini skulu teir verða við í triathlonkappingum alt undanfarna árið og fram at Oyggjaleikunum, og kunna prógva hetta. Ein fullfíggja venjingardagbók verður kravd, og fer triathlonfelagið kanska eisini at seta kravtíðir, hóast hesar ikki altíð eru eftirfarandi í einari ítróttagrein, sum verður íðkað úti.

-----

Úrslit 1/8 triathlon

Kvinnur:
1Súsanna Skylv1.19.50
2Hildur Enni1.22.54
3Katrin Sørensen1.29.12

Menn:
4Evald Rasmussen1.17.44
5Beinir Rasmussen1.23.30
6Rói Eysturdal
Sv. 12.09
Renn: 23.32