Síðsta bríkslið var stórur lætti

Tað eydnaðist at verja javnleikin, tá ið lettlendingar høvdu fatur á spælinum og høvdu stórar møguleikar at skora sigursmálið

Fyri fyrstu ferð í hesi Nations League kappingini er føroyska landsliðið á veg av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.

Heimadysturin á Tórsvølli í kvøld ímóti Lettlandi endaði 1-1. Tað var eisini hálvleiksstøðan.

Lettlendingar settu hol á eftir fríspark í 25. minutti, og tríggjar minuttir seinni javnaði Odmar Færø við stútara eftir horna úr høgru frá Jóannesi Bjartalíð. Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá Odmari Færø, sum avloysti Heina Vatnsdal, ið saman við Sonna Ragnar Nattestad var miðverji ímóti Danmark.

Fyrstu løtuna sá tað heilt væl út hjá føroyingunum, sum funnu væl hvønn annan og kendust vera hugflogsríkir og spældu við góðum sjálvsáliti.

Tað var heilt avgerandi fyri dystargongdina og harvið eisini úrslitið, at Brandur Hendriksson Olsen noyddist skaddur av vøllinum, tá ið stórir tíggu minuttir vóru farnir. Hann er lyklaspælari í flótandi samanspælinum, og tað sást heilt væl, at hansara eyðkendi stílur og eyðkendu dygdir restaðu.

Spælararnir kendust troyttir, og tað var ikki so flótandi, sum tað onkuntíð hevur verið.

Lettlendingar vóru stinnari seinnapartin av fyrra hálvleiki, tá ið føroyingar ikki vóru so avgjørdir í nærdystunum og ofta mistu í uppspælinum.

Føroyska liðið var væl hugsavnað fyrstu løtuna eftir steðgin, og onkra løtu fleyt spælið væl. Men so við og við kendust føroyingarnir verða troyttir, og lettlendingar spældu seg til heilt góðar málmøguleikar.

Føroyingar fingu bóltin í lettlendska málið, men dómarin metti, at Klæmint A. Olsen var rangstaddur, tá ið hann spældi bóltin fyri føturnar á innskifta Jóan Símun Edmundsson, sum setti bóltin í netið. Tað var ógvuliga ivasamt, at talan var um rangstøðu ella rættari er at siga, at talan var ikki um rangstøðu.

Úrslitið ber við sær, at Føroyar framvegis eru fremstar í bólkinum.

Týskvøldið skulu Føroyar spæla á heimavølli ímóti Andorra.

 

Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)

0-1: Janis Ikaunieks 25.

1-1: Odmar Færø 28.

Dómarabólkur úr Bulgaria: Ivaylo Stoyanov, Ivo Kolev, Pavlin Mihaylov og Dragomir Draganov (4. dómari)

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson (Jóannes K. Danielsen, 82.), Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Patrik Johannesen, 82.), Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar (Rógvi Baldvinsson, 65.), Brandur Hendriksson Olsen (Gunnar Vatnhamar, 11.) – Andreas Lava Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 65.), Klæmint A. Olsen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Heini Vatnsdal, Meinhard E. Olsen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu, Heðin Hansen

Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze