FÓTBÓLTUR
HB hevur bara tapt tvær ferðir í ár. Seinna ferðin var mikukvøldið í Gundadali, tá EB/Streymur vitjaði, og fyrra ferðin var, tá HB í triðja umfari var í Runavík og vitjaði NSÍ.
Sum er, eru havnarmenninir 10 stig framman fyri NSÍ og Víking á stigatalvuni, samstundis sum bara sjey umfør eru eftir. Sostatt líkist dysturin í Runavík sunnudagin síðsta útkalli, um nøkur vón skal vera fyri, at HB verður tikið aftur.
Dysturin verður spældur tíðliga sunnudagin, so Bogi Løkin kann fáa hann við, áðrenn hann seinni um dagin fer niður í lestrarørindum. Annars hevur NSÍ ikki nógvar skaðar ella annað at dragast við. Jóhan Troest Davidsen tó ikki klárur enn, eftir at hann beklaði ímóti KÍ. Hinvegin er toppskjúttin hjá NSÍ, Károly Potemkin, aftur tøkur, eftir at hann hevði karantenu 07 Vestur-dystin.
Somuleiðis fær HB eisini sín toppskjútta, Andrew av Fløtum, aftur frá karantenu, og Rasmus Nolsøe, sum hevur verið heima hesa vikuna, tekur henda dystin aftrat, áðrenn hann fer niðuraftur. Hinvegin er Vagnur Mohr Mortensen enn ikki klárur, eftir at hann hevur verið skaddur síðani dystin ímóti 07 Vestur.