Í morgin er seinasti møguleiki at síggja framsýningina hjá Tóroddi Poulsen á Skipasmiðjuni. Í hesum sambandi ummælir Kinna Poulsen framsýningina
Ummæli
Sí eisini myndatema
Sum eitt satt omanlop av myndlist, av pappírsbátum, steinum, súkklum, bommum og kustum rapla Steinsetingar oman yvir áskoðaran á hesi stóru serframsýning Tórodd Poulsens í Listahøllini á Skipasmiðjuni, sum í mongum brýtur frá listaframsýningum í Føroyum, her vit kanska ríkiliga leingi hava dúvað uppá oljumálningin og landslagið. Í øllum førum er tað sjáldan vit hava høvið at uppliva eina tílíka listaframsýning sum Steinsetingar, ið við steinprentum og øðrum prentum, tekningum og installatiónum staðfestir støðu listamansins millum tey bestu og týdningarmiklastu listafólkini á føroyska listapallinum í løtuni.
Steinlist
Tað er Grafiski Verkstaður Føroya, sum saman við listamanninum og Kunstmuseum Sønderjylland skipar fyri framsýningini, og tað er eisini á hesum sama verkstaði, at stórur partur av framsýndu verkunum er vorðin til í tættum samstarvi við Jan Andersson og Fríðu Brekku, sum varða av verkstaðnum.
Summi steinprent hava vit sæð áður, meðan onnur eru nýggjari og øll hanga tey væl saman í ráu Listahøllini, ið er sum gjørd til at sýna fram verkini hjá Tóroddi Poulsen, sum antin tey eru ljót ella dekorativ, provokerandi ella sublim, speisk ella banal, vekja eina viðkomandi kenslu í áskoðaranum. M.a. kenna vit okkum aftur í outsidarastøðuni, sum er sentral í modernistiskari list, har einstaklingurin kennir seg uttan fyri felagsskapin og í hesum førinum kanska serliga tann hevdbundna felagsskapin í gomlu eindarmentanini, tá øll fóru til útróðrar og vóru við abba í hoyna, ommu til neyta og gubba á seiðaberg.
Hugburðurin hjá Tóroddi Poulsen tykist beint upp í móti idealiseringini av tí gamla og farna, og tó at hansara framsýning er partvíst afturlítandi við nøkrum eldri verkum, tykist hon sera nútíðarlig við myndum, ið støðugt seta ferð á assosiatiónir og nýggjar samanhangir.
Súkklist
Í blaðsamrøðu herfyri segði Tóroddur seg vera lidnan við at tekna súkklurnar, sum eftirhondini eru vorðnar eitt slag av eyðkennismerki fyri listamannin. Grundina til, at hann byrjaði at tekna súkklur, sigur hann vera útsýnið frá íbúðini, har hann búði á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, haðani hann sá yvir á eina súkklurás við hópin av súkklistum. Í myndunum hevur ágrýtni súkklarin ongan innihaldsligan týdning sum so, men verður nýttir sum eitt algilt tekin, ið alt eftir høpinum, tað verður nýtt í, fær poetiskan, dekorativan, skemtiligan ella speiskan dám.
Ein av hesum myndum við kostiliga heitinum ?Hjólveldi? frá 2005 ímyndar eitt føroyskt flagg, har reyða krossmerkið og bláa rondin eru myndað av súkklistum. Niðarlaga høgrumegin er ein stiliserað tekning av fimm strikumonnum í tjóðveldistroyggju, sum eftir øllum at døma eru í ferð við at syngja lystiligan felagssang. Í lýsingini av karikeraðu vertsskapsnationalistunum fær súkklarin eyðvitað ein speiskan tóna, sum sprettur av mótsetninginum millum teir banalu súkklistarnar og hátíðarliga, tjóðskaparliga myndevnið. Samstundis kennist speiið kerligt, eins og listamaðurin sanniliga hevur eyga fyri vakurleikanum í flagglitunum og í silvurknappunum, sum hann ómaksfult hevur teknað á morreyðu troyggjurnar ein fyri og annan eftir.
Pappírslist
Sum kunnugt hevur pappírslistin verið hildin at vera bíligari og ikki eins fín og týdningarmikil sum málningalistin. Hetta kemst m.a. av, at pappírið ofta hevur verið brúkt til skitsur til tað lidna verkið, sum hevur verið málað á t.d. lørift.
Á framsýningini hjá Tóroddi Poulsen spælir pappírið ein høvuðsleiklut bæði í myndum og installatiónum. Honum dámar so væl pappír, at hann í nøkrum verkum hevur valt at límað pappírslepar oman á tað málaða løriftið við vatnlitamyndum, fotomyndum og eini ørgrynnu av tekningum. Tekningin er høvuðstáttur í samlaða verki Tórodd Poulsens og hevur sum skilst altíð verið har saman við yrkingunum, har tekningar óavvitandi eru vaksnar fram saman við yrkingunum á pappírinum. Sum listaslag eru tekningar eyðkendar við at vera upprunaligar í og við, at tær hava verið grundleggjandi í menniskjans myndagerð, sum vit síggja tað í fyrisøguligum hellutekningum. Tekningarnar hjá Tóroddi Poulsen eru sera fjølbroyttar frá teimum stórfingnu abstraktu mynstrunum, sum eru íbirt av einum ávísum figuri, einum súkklisti, einum feti, einum stóli, ið er endurtikin aftur og aftur til ráari tekningar, sum kunnu vera beinleiðis ljótar bæði í innihaldi og úttrykki.
Ein tann løgnasta tekningin á framsýningini, er tað stóra svarta og reyða steinprentið, sum ímyndar nakrar løgnar mynstrutar kassar, sum eru bundnir saman við tveimum holum í erva og neðra og sum er tann størra av tveimum ófullkomnum ringrásum í myndini, sum eisini inniheldur eitt stólapar. Tó at myndaliðirnir eru figurativir, sigur henda myndin á abstraktan hátt frá nýggjum samanhangum, eins og hon gevur eina flógva kenslu av tveysemi.
Installatiónslist
Hóast mong ár eru síðani installatións- og videolistin tók seg upp í sekstiárunum sum partur av teirri konseptuellu myndlistini, tá listafólk sum t.d. Nam June Paik og Andy Warhol byrjaðu at fáast við hetta nýggja listaslagi, hava vit enn ikki sæð tað stóra til tað í føroyskari myndlist, sum jú í størri mun hevur hildið seg til ta listina, sum er myndandi, seljandi og hangandi uppi yvir sofuni.
Allýsingar av videolist vísa, at hetta er eitt sera opið og eklestiskt listaslag, ið er grundað á teir ymisku framferðarhættirnar og hugsanirnar, sum tey ógvuliga ymisku videolistafólkini hava havt og enn hava. Í mongum allýsingum av hugtakinum verður dentur lagdur á, at videolistin, tó at hon tekur støði í livandi myndum, ikki er tað sama sum eksperimental filmslist. Hesin prinsipielli spurningur kann tykjast undrunarsamur, men bert inntil tú fært veruligan áhuga fyri videolist, sum á summum framsýningum er vónbrótandi samlík við vanligar stuttfilmar við veruligari (mimetiskari ella veruleikahermandi) hendingagongd.
So er ikki við installatiónunum hjá Tóroddi Poulsen, ið sum heild eru konseptuellar, komprimeraðar og einfaldar, júst sum tílíkar installatiónir skulu vera. Hetta er eitt nú galdandi fyri videolistaverkið hjá Tóroddi Poulsen ?Sig tað bundna?, sum varð gjørt til eina Várframsýning fyri nøkrum árum síðani, og sum tíverri ikki riggaði á ferniseringini hjá Steinsetingum.
Sig tað bundna
Hetta videolistaverkið hevur nevniliga stóra ávirkan á sjálva framsýningarupplivingina og kann virka sum eitt slag av fatanarlykli til alla framsýningina. Filmsekvensurin er ein tíma langur og ferfaldaður soleiðis, at filmurin heldur á í fýra tímar, áðrenn hann endar og aftur byrjar av nýggjum. Filmurin lýsir listamannin í bringumynd og svørtum sólbrillum à la Warhol, meðan hann upp í saman murrrar da di da di da di da di da di. Og tó at hetta í fyrstani tykist sum tilvildarligt fyri ikki at siga svakligt møsn, gerst skjótt greitt, at rútman er afturvendandi í hvørjari reglu, og at tað enntá kundi ljóðað sum jambisk pentametur, ið eitt nú Shakespeare brúkti m.a. í sínum sonettum.
Tað kann at byrja við hava ligið ein atfinning í verkinum av teimum, sum siga tað bundna, men nógv áhugaverdari enn hetta er sjálv endurtøkan og tann reglubundna skipanin, sum verður sett upp, fyri ikki at tosa um øll tey mongu smáu frávikini, sum hoyrast betri og betri og sum geva hvørjari reglu sín egna dám, á sama hátt sum vit síggja tað í nógvum av myndunum, har súkklur, stólar og fet eru sett upp í skipanir við áhaldandi frábrigdum, ið standast av, at allar súkklur, stólar og fet eru fríhendistekningar, sum eru teknaðar ein og ein. Tekningarnar hjá Tóroddi Poulsen minna eins og installatiónirnar ikki so lítið um hansara yrkingar, ið taka teg á bóli og seta úr gildi tyngdarmegina, eins og tær innihaldsliga ofta snúgva seg um listarliga skapan.
Ein hin besta installatiónin á framsýningini hjá Tóroddi Poulsen er eisini tann einfaldasta við einum kusti, sum er í ferð at feia eina rúgvu av pappírsbátum saman. Installatiónin er vøkur og poetisk og sýnir á sama hátt og hinar installatiónirnar forkærleika listamansins fyri at nýta og endurnýta ready made lutir úr gerandisdegnum sum t.d. gøtukustar, plastikktoyklemmur, bomm, íspinnar osfr. í listaverkum sínum, ið vit ikki vanliga seta í samband við ta fínu og hámentanarligu myndlistina.
Installatiónirnar hóska ómetaliga væl í rúminum og íbirta framtíðarvónir um eina stóra føroyska installatiónsframsýning, ið skuldi verið uppløgd at havt í Listahøllini. Á henda hátt inspirerar framsýningin Steinsetingar, ið er sum eitt listarligt omanlop, sum í staðin fyri at køva og oyðileggja, letur upp og skapar nýggjar myndlistarligar rásir.
Framsýningin er at síggja í dag og í morgin frá klokkan 14 til 18