Síðsti hondbólturin fyri jól

Í landskappingunum hjá bæði hjá kvinnum og monnum er fult umfar í kvøld og í morgin, og eru hetta síðstu dystirnir, áðrenn hondbólturin fær jólafrí. Og bæði í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini eru toppdystir á skránni í kvøld.

 

Eftir hesar seks dystirnar fer hondbólturin í jólafrí í tríggjar vikur, so eingir dystir eru á skránni aftur fyrr enn vikuskiftið 7. og 8. januar. Í kappingini hjá kvinnum er mest áhugaverdi dysturin tann í Vági í kvøld, har VB tekur ímóti Neistanum. Skal VB gera sær dælt av at hava færri dystir enn Stjørnan, sum hevur frí hetta umfarið, skal helst vinnast á Neistanum.

 

Eisini hjá monnunum er toppdystur, tá KÍF í Kollafirði tekur ímóti Neistanum. Hetta eru somu lið, sum fyri einum ári síðani vóru oddalið, men nú er bara vent í holuni, tí í vetur eru tað kollfirðingum, øll hini renna aftaná. Í kvøld er ein møguleiki hjá teimum bláu at gera nakað við tað, tá teir vitja í Kollafirði, har KÍF hinvegin við sigri kann styrkja sína støðu munandi.

 

Sunset-kappingin

16/12 kl. 18.00 VB-Neistin

17/12 kl. 14.30 VÍF-Tjaldur

17/12 kl. 14.30 Kyndil-StÍF

 

Atlantic Airways-kappingin

16/12 kl. 19.00 KÍF-Neistin

17/12 kl. 16.00 VÍF-Team Klaksvík

17/12 kl. 16.00 Kyndil-StÍF