Síðsti møguleiki hjá B36

Fleiri lyklaspælarar sita uttanfyri, tá ið meistararnir á heimavølli ímóti toppliðnum fáa síðsta møguleikan at koma fyri seg og verða partur av stríðnum um FM heitið, sum teir í B36 ógvuliga fegnir vilja endurvinna

Síðsti mánaðurin hevur verið alt annað enn góður hjá B36. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur árs­talsfelagið tapt 2-1 í Gundadali. Soltna úrtøkan hevur borið við sær, at B36 er níggju stig frá fremsta pláss­inum.
Víkingur er topplið, og um víking­arnir sunnudagin megna at fara úr Gundadali við fullari úrtøku, so verður fjarstøðan frá B36 og fram til Víking tólv stig.
– Stigatalvan sigur, at talan er um lyklauppgerð. Í løtuni hava vit fokus á at fáa spælið at rigga, at spæla okkum til møguleikar og ikki minst at fáa mál burtur úr møgu­leikunum. Lagið er gott undir venjingunum, men sjálvandi kenna vit støðutalvuna, staðfestir Atli Danielsen, sum var burturstaddur, tá ið B36 tapti 2-1 ímóti HB, og tískil ikki var vitni til, at tríggir av liðfeløgunum vórðu vístir av vølli og harvið eru leikbannaðir undan lykla­uppgerðini ímóti Víkingi.
Málverjin Meinhardt Joensen, liðformaðurin og miðvallar­stríðs­maðurin Klæmint Matras og Símun Hansen eru leikbannaðir. Høgni Eysturoy er skaddur, og tað er Dánjal Rói Olsen eisini.
– Tað er saknur í teimum, men vit halda okkum framvegis hava eitt gott lið. Sjálvandi fer tað at síggjast á beinkinum, at so nógvir av teimum, sum hvørja ferð eru við, ikki eru tøkir hesa ferð.
B36 hevur spælt fimm ferðir í Gundadali higartil í ár. Einasta ferðin, at meistararnir eru farnir av heimavøllinum við fullari úrtøku var eftir fyrsta umfar, tá ið FC Suðuroy tapti 1-0.
Meðan B36 alla vikuna hevur savnað seg um fyrireikingarnar til sunnudagin, so var tað ikki fyrrenn eftir 1-0 steypasigurin á FC Suðuroy mikukvøldið, at Víkingur fór at hugsavna seg um avbjóðingina í Gundadali.
Mikukvøldið var Kaj Leo í Bartalsstovu eina løtu á vøllinum. At hann er um at koma fyri seg aftur kann verða stórur styrkur, tí Kaj Leo var fyrstu umførini ein av teimum mest eyðsýndu á topp­liðnum.
Lasse Qvist og Hans Jørgen Djurhuus eru skaddir, og Bárður Hansen er burturstaddur.

B36 - Víkingur: Ransin N. Djurhuus
sunnudagin klokkan 15.00