Søstrene Grene, sum eisini hava handil í SMS í Havn, afturkallar nú barnagafflar úr ymiskum sniðum. Á Facebook síðuni hjá Søstrene Grene stendur soleiðis:
"Søstrene Grene afturkalla hervið seld eintøk av vøruni: barnagaffil úr bambus við ymiskum sniði"
Orsøkin til afturkallingina er, at vandi er fyri, at smáir lutir kunnu brotna av gafflinum. Í ringasta føri kunnu børn svølgja smá petti av gafflinum.
Søstrene Grene boðar eisini frá, at kundar, ið hava keypt hesar gafflarnar fáa peningin endurgoldnan, tá vøran verður latin inn aftur í handilin.