Sætti sigurin á rað

Heldur ikki føroyameistararnir fingu steðgað ÍF, sum í gjár vann sætta sigurin á rað og nú av álvara andar EB/Streym í nakkan sum fremsti avbjóðarin til oddasessin

Skalt tú vinna dystir, so er tað ofta afturi í verjuni, at tað heila byrjar. Megnar tú at halda tætt, so mót­støðuliðið ikki sleppur ígjøgnum, gevur tað eitt sjálvsálit og eina trúgv upp á tað, sum smittar allan vegin frameftir. Soleiðis sær í øll­um førum út hjá ÍF í løtuni, nú liðið í gjár við 2-0 sigrinum á B36 í Gunda­dali fyri sættu ferð á rað fór av vøllinum sum vinnari.
– Vit hava arbeitt nógv við verju­spælinum, og vandi var líkasum ongantíð ordiliga á ferð í hesum dystinum. Eg má rósa mínum spælarum fyri at arbeiða skilagott í verjuspælinum, samstundis sum vit fingu tvey mál í júst røttu løtunum, segði ÍF-venjarin, Flemming Christensen, eftir dystin í Gunda­dali.
B36 slapp eisini at hava bóltin nógv, men tað var so eisini alt. ÍF bant væl fyri og syrgdi fyri, at B36 ikki kom til teir stóru kjansirnar, og hinvegin sá heldur ikki út til, at B36 hevði teir stóru trumfirnar at leggja á borðið. Har lá líkasum ongan­tíð ordiliga í luftini, at nú fór B36 at fáa hol á, meðan vandin í hinum endanum ofta eisini var hálva­vegna sjálvskaptur.
Dysturin koyrdi eitt sindur aftur og fram í fyrra hálvleiki, men spælið hjá ÍF bleiv meira miðvíst og mál­søkjandi, og har høvdu verið fleiri »ordiligir« møguleikar, áðrenn tað við einum innlærdum frísparki eydnaðist at fáa hol á mitt í fyrra hálvleiki.
Bogi Løkin trillaði bóltin til Dánjal á Lakjuni, sum í høgru rann ímóti baklinjuni og sendi innfyri, har Meinhardt Joensen bleiv eitt sindur fangaður og sendi bóltin á egnan yvirliggjara, heldur enn at rudda ordiliga burtur, og so var Bartal Eliasen ein av fleiri reyðum, ið bleiv leysur aftanfyri og kundi koyra bóltin inn um strikuna til 1-0.
Stutt eftir var um reppið, at Clayton Soares økti beinanvegin, men Meinhardt Joensen fekk við eini stórbjarging forðað fyri, at tað kanska bleiv skrædl, tí løtuna rundan um málið var yvirskotið hjá fuglfirðingum altso rættiliga stórt.

Skaptu ov lítið
Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men rættiliga skjótt hevði B36 hug at seta seg á spælið og koyra nógv runt við bóltinum. Tá so Mikkjal Thomassen valdi at satsa og setti Súna Olsen, Lukasz Cieslewicz og Gunnar Zachariasen inn í senn, bleiv yvirvágin í spæli stór hjá heimaliðnum, men fram­vegis uttan at tað sást aftur í mál­kjansum.
Bara ta einu ferðina var av álvara nær við, at B36 fekk nakað burturúr, tá Atli Danielsen spældi bóltin fram til Gunnar Zachariasen, ið bleiv púra leysur ímóti Jákupi Mikkelsen í ÍF-málinum. Men Jákup var skjótur út at leggja trýst á Gunnar, ið ikki ordiliga hevði møguleika at fara út í aðra síðuna, og tí mátti hann royna at lyfta bóltin upp um útstormandi málverjan – og so fór bólturin eisini upp um málið. Hetta var einasti ordiligi kjansurin hjá B36 í gjár.
– Vit skaptu ikki teir stóru og opnu møguleikarnar, uttan tann, tá Gunnar kom ein ímóti einum. Hin­vegin vóru fuglfirðingar effektivir, so teir fingu mál burtur úr sínum kjansum. Eg eri ótrúliga vónbrotin, at vit ikki fingu meira burturúr at hava bóltin nógv, men vit skaptu altso ikki nóg nógvar kjansir, segði B36-verjuspælarin, Jonas Flindt Rasmussen.
Bara smáar tríggjar minuttir eftir nevnda møguleika hjá Gunnari, lukkaði ÍF dystin við at skora seinna málið. Clayton Soares fekk bóltin beint framman fyri miðj­una og setti ferð á frameftir, áðrenn hann smekkaði til frá brots­teigar­markinum. Meinhardt Joensen fekk hálvbjargað, men bólt­urin støkk út til Nenad Saric, ið kundi smekka til í tómt mál til 2-0. Ein­falt og effektivt!
Harvið er ÍF framvegis við heilt har frammi og er bara tvey stig aftan fyri EB/Streym á oddasessinum, meðan B36 á sætta plássið í løtuni er langt frá europeiskum fótbólti næsta summar.