Mikukvøldið skrivaðu borgarstjórarnir í Skála og Runavíkar kommunu undir sáttmálan um samanlegging av kommununum.
Hetta varð gjørt í býráðshúsinum í Saltangará, har nýggja býráðið eisini fer at hava høvuðssæti. Kári Johannesen og Rodmundur Nielsen, borgarstjórar, fingu dygga undirtøku fyri samanleggingini, tá uppskotið varð lagt fyri fólkið mánadagin.
Samanleggingin verður framd í verki 1. januar 2005. Hetta er samstundis sum nýtt býráð tekur við eftir kommunuvalið í 2004. Tá verður bara ein kommunua, og hon fer at eita Runavíkar kommuna.
Spennandi verður at síggja, um fleiri kommunur fara at taka henda táttin upp til nærri viðgerðar, nú landsstýrið fer at leggja alt fleiri uppgávur út til kommunurnar at umsita.