Eitt vitni sigur seg hava sæð Skoda Fabia bilin í júst sama víkiplássi, har politiið seinni fann blóðrestir eftir Pidda. Og eitt annað vitni segði seg enntá hava sæð bæði bil og ákærda í sama víkiplássi.
Fyrra vitni, ein ungur drongur, arbeiddi í einum bakaríi hjá Jórun í Klaksvík, og arbeiddi vikuskiftið 4. til 6. november, og koyrdi tíðliga á morgni gjøgnum Norðoyatunnilin úr Klaksvík til Leirvíkar.
Hetta vikuskiftið metti hann, at klokkan mundi vera umleið 05.40, tá hann sá ein Skoda Fabia bil standa við næsta víkiplássi Leirvíksmegin frá. Bilurin stóð longs við koyribreytini, og ungi maðurin slakaði ferðina niður á eina 30 k/m.
Hann hugsaði, at bilurin helst var uppsteðgaður, men hann sá einki fólk har.
Hitt vitni, ein eldri maður úr Leirvík, stuðlaði enn meira upp undir teoriina hjá ákæruvaldinum. Hann segði, at hann og viðhvørt konan koyrdu ungdómar úr Leirvík til Klaksvíkar um vikuskiftini og heim aftur.
Umrødda vikuskifti hevði hann sæð Skoda Fabia bilin staðið bakkaðan inn í víkiplássið, og hann sá ákærda standa uttan fyri vinstru frammhurð. Hann kendi ákærda, tí hann arbeiddi eitt skifti á Bakkafrost, og sjálvt um teir ikki arbeiddu á somum vakt, møtti ákærdi ofta væl áðrenn hann skuldi, og kom tá inn har, sum hetta vitni arbeiddi.
Spurdur, lat hann verjan vita, at hann var púra vísur og sannførdur um, at talan var um ákærda.